Nú eru 550 føroyingar koppsettir

Skipanin, har sjúklingar ikki kunnu fáa vitjandi, heldur fram í nakrar dagar afturat

Í dag eru 187 fólk koppsett fyri koronu og tilsamans eru sostatt nú 550 fólk um alt landið, koppsett. Tað upplýsir Landssjúkrahúsið í kvøld. Og tey leggja afturat, at tá ið hendan vikan er farin, er talið meiri enn tvífaldað, tí tá vænta tey, at 1.200 fólk eru koppsett.

Tey, sum fyrst verða koppsett, eru heilsustarvsfólk av ymsum slagi og sum hava beinleiðis samband við sjúklingar í heilsuverkinum og viðskiftafólk í almannaverkinum, og síðani verða tað tey eldru og veiku, sum standa fyri tørni.

Tann 20. desembur gjørdu tey trý sjúkrahúsini av at lata hurðarnar aftur fyri vitjandi, og sostatt sluppu fólk ikki longur at vitja sjúklingar, uttan í heilt serligum føri – og tá skuldi tað avtalast við sjúkrahúsið frammanundan.

Tann avmarkingin skuldi vera í gildið í tvær vikur, ella til í gjár. Men í dag boða sjúkrahúsini frá, at skipanin heldur fram, í hvussu so er til 15. januar. Tað merkir, at hesar næstu tíggju dagarnar verður tað framhaldandi soleiðis, at fólk sleppa ikki at vitja sjúklingar, uttan í serligum førum, og tá skal tað, í hvørjum einstøkum føri, vera eftir avtalu við sjúkrahúsið.