Nú eru 750 fólk afturat farin til arbeiðis

Talið økist alsamt, men talið á monnum er væl størri enn talið á kvinnum

Hetta seinasta árið, frá august í fjør, til august í ár, er talið á arbeiðsfólkum í Føroyum vaksið 750 fólk. Í august í ár vóru tað sostatt 28.117 løntakarar í Føroyum, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tað eru eini 3.000 løntakarar fleiri enn í 2009, tá ið tað vóru einir 25.000 løntakarar í Føroyum. Tey næstu árini lækkaði talið kortini, men síðani 2014 hevur talan verið um ein støðugan vøkstur.

 

Hinvegin sísir tað seg, at tað eru væl fleiri menn, sum eru til arbeiðis enn tað eru kvinnur. Í august í ár vóru 14.613 løntakarar, sum vóru menn og 13.504 vóru kvinnur.

Og tað vísir seg, at kynsmunurin er vaksin hesi seinastu árini, tí meðan tað nú eru 1.109 fleiri menn til arbeiðis enn kvinnur, vóru 674 fleiri menn til arbeiðis enn tað vóru kvinnur, og sostatt er kynsmunurin næstan tvífaldaður hesi seinastu 10 árini. 

Flest fólk, ella yvir 9.000 fólk, arbeiða í almennu tænastuveitingum og talið á teimum í privatu tænastuvinnuni er næstan líka stórt.

Tænastuvinnurnar eru sostatt nógv størstu vinnugreinarnar, tí tað eru umleið 4.000 løntarakarar í fiskivinnuni og nakað tað sama í byggivinnuni.