Nú eru Argir á talvuni

1. DEILD: Mikkjal Hellisá var á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, sum tapti 2-1

Gamli verjuskansin Dimitrije Jankovic er nú venjari á Argjum. Málið hjá honum og AB er, at tað fyrsta árið eftir niðurflytingina skal eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð.

Tvey tey fyrstu umførini var tað ikki nógv, sum bendi á, at tað fer at eydnast, tí AB tapti í fyrsta umfari 1-0 á heimavølli ímóti Skála, og í øðrum umfari endaði tað 2-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

Í kvøld eydnaðist tað á útivølli, sum ikki er eydnast á heimavølli í tveimum teimum fyrstu umførunum. AB vann 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, sum í kvøld áttu heimavøll við Margáir.

Bartal S. Petersen legði AB á odda í fimta minutti, og níggju minuttir undan leikloki økti Ragnar Skála um munin til 2-0. Tveir minuttir undan leikloki minkaði innskifti Arnar Dam um munin.

Hjá EB/Streymi vóru Mikkjal Hellisá, sum higartil hevur verið miðverji á besta liðnum, og Gutti Dahl-Olsen, sum eisini hevur verið á besta liðnum, við frá byrjan.­­