Listarnir til kommunuvalið 8. november skulu vera inni í kvøld klokkan 18.
Sambært grein 5 í kommunuvallógini, so skulu listarnir vera kommunuvalnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.
Valdagurin er týsdagin 8. november. Tað merkir sambært Heilsu- og innlendismálaráðnum, at listarnir skulu vera inni í dag, 18. oktober, klokkan 18.
Aðrar freistir sambært kommunuvallógini eru:
25. oktober 2016
Bygda(r)ráðið/býráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.
25. oktober 2016
Valrætt og valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval hevur hvør tann, sum a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið, b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
27. oktober 2016
Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
28. oktober 2016
Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
1. november 2016
Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg
1. november 2016
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin vera send bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
1. november 2016
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.
7. november 2016
Seinasta freist at atkvøða við brævi.
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
8. november 2016, áðrenn atkvøðu- greiðslan byrjar
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
8. november 2016
Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg
8. november 2016
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.
8. ella 9. november 2016
Endalig uppgerð av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.
9. november 2016
Í kommunum, sum uppbýttar eru í tvey ella fleiri atkvøðuøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini í hvørjum valstað gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram, fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum atkvøðuøkjum kommununnar. Hesin fundur er almennur.
15. november 2016
Um so verður, at bygda(r)ráðið/býráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.
17. november 2016
Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum.
17. november 2016
Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. § 22, stk. 2, og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu freist, sum galdandi er fyri innsendan av klagum, sbr. § 23, stk. 1, skrivliga venda sær til bygda(r)ráðið/býráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum nevnt í § 23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.
27. november 2016
Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.
14 daga freist
Tær avgerðir, sum byga(r)ráðið/býráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum um valið, sbr. § 23, stk. 1, og innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.
31. desember 2016
Tá vanligt val til bygda(r)ráð/býráð er farið fram, fara teir gomlu limirnir í bygda(r)ráðnum/býráðnum frá 31. desember, uttan so at klaga um valið er sett fram, áðrenn tann í § 23, stk. 1, ásetta klagufrest er farin.
31. desember 2016
Nývalda bygda(r)ráð/býráð skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.