Nú eru fleiri enn 3.700 deyð av korona í Norðanlondum

Seinasta samdøgrið er talið av deyðum av koronasmittuni hækkað við 112 í norðurlondum.

Tilsamans er nú 3.726 fólk í Norðurlondum deyð av koronavirus. Tað er ein vøkstur upp á 112 síðani gjáranáttina. Samdøgrið frammaundan var talið 29.

Við einum fólkatalið upp á góðar 27 milliónir í øllum Norðanlondum svarar tað til 13,7 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Føroyum, Grønlandi og Álandi er eingin deyður av Covid-19.

Her er dagførdu tølini á midnátt. Talið í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 borgarar.

* Svøríki: 2769 deyð (27,1). 90 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 493 deyð (8,5). 9 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 240 deyð (4,3). 10 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Noreg: 214 deyð (3,9). 3 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Føroyar: Eingin deyður.

* Grønland: Eingin deyður.

* Áland: Eingin deyður.

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland.

/ritzau/