Nú eru "Hvonn Live" sendingar eisini í savninum hjá FM1/Rás2

Tað legst meir og meir aftrat savninum hjá FM1/Rás2. Nú eru 12 "Hvonn Live" sendingar tøkar í savninum

 

Eitt av mongum Korona-verkætlanum hevur verið at byggja eitt savn upp við minniligum sendingum og samrøðum hjá FM1 og Gamla Rás2.

Eyðun Klakstein, Barbara Holm, Eydna Skaale, Rannvá Gaard Fossaberg, Mirjam Pætursdóttir og Tjóðhild Patursson høvdu nógvar áhugarverdar "Hvonn Live" sendingar á Gamla Rás2 seinast í nullunum og fyrst í tíggjunum. Áhugarverdir gestir, bæði føroyskir og útlendskir komu á gátt á Hvonn eitt leygarkvøld, og hollir og dugnaligir tónleikarar framførdu eisini live á Hvonn.

Nú eru 12 av "Hvonn Live" sendingunum tøkar í savninum hjá FM1/Rás2 á SoundCloud.

Yvirlitið við teimum 12 "Hvonn Live" sendingunum sæst HER

Ætlanin er at fáa enn fleiri sendingar í savnið í næstum.