Nú eru skálamenn einsamallir

Fyrsti sigurin hjá Skála í Klaksvík varð vunnin, tá ið skálamenn vóru skjótari og hugflogsríkari enn ógvuliga ráðaleysu og ótolnu klaksvíkingarnir

KÍ-SKÁLA

Skála er á sama plássi, sum teir vóru undan summarsteðginum í fjør. Teir eru oddalið, og tað kann væl fara at vísa seg, at teir fara at vera drúgvir í fremstu røð. Teir hava fleiri streingir at spæla uppá, enn teir høvdu í fjør, og nýggi málverjin vísti seg í fyrstu royndini at vera sannur brandur. Hann verður fongur hjá skálamonnum. Ivamálið er, hvussu ofta hann fer at vera burturi frá. Um hann støðugt fer at vísa sjónleikaraevnini, sum hann vartaði upp við í góðveðrinum týskvøldið, so eigur hann fleiri leikbann fyri framman!
KÍ er ovari á støðutalvuni, enn teir vóru inntil endan á kappingarárinum í fjør. Og fyrsta korterið megnaðu teir at kroysta gestirnar uttan av Skálafjørðinum av álvara. Atli Danielsen og Høgni Madsen høvdu gott tak á miðvallar spælinum, Kristoffur Jacobsen í høgru og Heðin á Lakjuni komu fleiri ferðir ígjøgnum í borðunum og løgdu innfyri, og onkrir góðir møguleikar vóru. Eftir frísparksinnlegg og Ova Nysted stútari sendi skálamaður í egið tvørtræ, tá ið hann royndi at rudda burtur. Erling Fles fluktaði uppum úr góðari støðu eftir innlegg úr høgru, og Vlada Filipovic í málinum bjargaði meistarliga, tá ið hann tveitti seg niður og við vinstru hond, eftir góða skotroynd frá Erlingi eitt sindur til høgru, beindi bóltinum til horna.
Skálamenn fótaðu sær so við og við, og síðstu fimm korterini gekk tað mesta fyri seg eftir teirra treytum. Á miðvøllinum vóru teir í diamant uppstilling og tættir. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, røkti verjukenda sentrala leiklutin, og Bjarni Jørgensen framrættaða plássið. Iulian Florescu staðfesti enn eina ferð á vinstra vongverja, at hann er ein tann besti bóltspælarin í landinum, og Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen vóru á toppinum støðug hóttan ímóti tungu miðverjunum hjá heimaliðnum.
Eftir einfaldar eitt tvey samanspælingar mitt fyri hevði Jónhard Frederiksberg longu verið tvær ferðir leysur í KÍ brotsteiginum, áðrenn Skála fekk hol á. Serliga í seinna førinum var talan um so stóra søpling, at tað næstan ikki kann sigast frá tí. Jónhard hevði mesta partin av KÍ hálvuni fyri seg sjálvan, og Karstin Joensen var komin út á brotsteigarmarkið, tá ið bólturin eftir skotroyndina, ella hvat tað skal nevnast, fór út til innkast!
Málið, sum bar við sær, at tað, ið eftir var, gekk fyri seg eftir Skála floytuni, kom í 25. minutti. Miðvallarin í høgru, Nenad Stankovic, streyk til baklinjuna, innleggið fór aftur um handara stólpan, og so endaði hann hjá miðvallaranum í vinstru, sum á brotsteigarmarkinum, fekk tíð at temja og medda til, hóast fleiri klaksvíkingar vóru í nánd av honum. Tað sang í nettakinum við nærra stólpan, og síðstu løtuna av fyrra umfarinum var tað fleiri ferðir um reppið, at Skála økti.

Ótolið og uttan hugflog
Klaksvíkingar tóktust eftir steðgin hava viljan, sum skuldi til fyri at koma afturíaftur. Men í 58. minutti oyðiløgdust fyritreytirnar heilt. Eftir langa Skála framlegging snittaði Kristoffur Jacobsen, sum eftir steðgin var vongverji í høgru, bóltin upp um Ova Nysted, ið tóktist at hava tak á. Jónhard Frederiksberg gjørdist púra leysur, rak í brotsteigin og lyfti upp um KÍ málverjan, og so var fagnaðurin í skýlinum óførur.
KÍ royndi at trýsta og trýsta, men tað var óvanliga fátækt. Í staðin fyri at hava tol og varðveita bóltin í roynd at mynda spælið og álop, so var tað oftast soleiðis, at miðverjarnir báðir løgdu langar sendingar fram í borðini. Skálamenn, sum vóru sera skilagóðir í verjuni, vunnu í flestu førunum nærdystirnar, og sentralu KÍ miðvallararnir, sum í uppbyggjandi partinum høvdu leiklutin sum áskoðarar, megnaðu ikki at seta seg ígjøgnum og vinna returbóltarnar. Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Erling Fles eru serliga skjótir spælarar, men tað tóktist ikki sum um, at KÍ hevði avrádda spæliætlan, sum gekk út uppá, hvussu hesar dygdirnar skuldu koma til sín rætt.
Í Skálabrotsteiginum vóru onkrar spentar støður, og Hjalgrím Elttør hevði gyltan møguleika, tá ið hann varð spældur blankur í vinstru, men í staðin fyri at seta á málið og smekka til, so valdi hann at traðka á bóltin, og so var tann møguleikin burtur.
Í hinum endanum var fleiri ferðir um reppið, at Skála økti um leiðsluna. Besta møguleikan fekk Nenad Stankovic, tá ið hann gjørdist púra blankur, men Karstin Joensen bjargaði. Tað mundu skálamenn kortini leggja vertin á. Teir vunnu fyri fyrstu ferð nakrantíð landskappingardyst í Klaksvík, og nú eru teir einsamalt oddalið!