Nú eru tað bara tveir føroyingar sum hava korona

Í løtuni eru 14 fólk í sóttarhaldi

Tað eru framvegis 187 føroyingar tilsamans ið hava fingið staðfest Korona. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið og nú eru tilsamans 8.066 fólk kannað, sigur landslæknin í morgun.

Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest Koronasmittuna og sostatt eru tað bara tvey fólk, sum eru sjúk í løtuni. Men hvørgin teirra er innlagdur á Sjúkrahús.