2. deild
Ivaleyst høvdu tvørámenn ætlað sær at klintrað upp á eitt einsamalt fyrsta pláss, tá teir mikudagin skuldu spæla útsetta dystin móti FS Vágum.
Oftani kann tað vera trupult at skula ferðast um Suðuroyarfjørð í miðviku, men vágamenn gjørdu ikki mætari enn at ferðast við tyrluni, og so var lag á monnum at fara suður at spæla, og kortini sita heima í egnari stovu seinni á kvøldi.
Og einki er at ivast í, at hetta loysti seg hjá vágamonnum. Tað var kanska TB, sum átti størra trýstið í dystinum, men gestirnir megnaðu fyri tað mesta at hava tamarhald á, og tá TB so kom fram til sínar møguleikar, gjørdist talan í onkrum føri um heilt stórar avbrennarar.
Í so máta vóru gestirnir effektivari, og tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda, tá Sonni Johansen royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum. Nakað seinni kundi Wellington økja eftir hornaspark, og so var talan av álvara um mótbrekku hjá TB.
Og hon gjørdist ikki minni eftir steðgin. Tór-Ingar Akselsen fekk lætt spæl, tá hann økti til 3-0, og tá so Wellington enn einaferð skoraði, lá eitt møguligt sorl av álvara í luftini.
TB fekk tó minkað um munin við tvemum tøttum málum móti dystarenda, men spenning fingu teir ikki skapt í hesm dystinum.
Men í oddastríðnum er nú av álvara talan um spenning. Fyri bara tveimum vikum bendi alt annars á, at dysturin á Sevmýru millum TB og AB komandi vikuskifti skuldi gerast avgerandi fyri gullmerkini, men nú tykist hetta at blíva lagnudysturin hjá øðrum av pørtunum.
TB og AB eru framvegis í oddinum við 29 stigum, men tað hava sandoyingar nú eisini, og beint í hølunum á hesum trimum koma vágamenn nú við 27 stigum.
Og eftirverandi dystarskráin bendir kanska á, at tað í veruleikanum eru sandoyingar, sum eru størstu favorittarnir.
Sandoyingar hava tey bæði komandi umførini heimadystir móti botnliðunum báðum, VB og KÍ, áðrenn teir í seinasta umfarinum vitja hjá B36, sum er trið niðasta liðið.
Vágamenn skulu leygardagin royna seg í Klaksvík, har lítið hevur borið til í ár, men síðani verður talan um tveir truplar dystir. Fyrst úti móti væl koyrandi LÍF og síðani heima móti AB.
TB hevur sum sagt AB á heimavølli leygardagin, og síðani eru tvær grannauppgerðir móti ávíkavist Royn (úti) og VB (heima) og tað plaga vanliga at vera truplir dystir.
Og AB stendur helst við truplastu skránni. Fyrst á Sevmýru móti TB, síðani heima móti Sumba og at enda á útivølli móti FS Vágum.