Reint vatn
Drekkivatnið hjá eiðisfólki hevur í fleiri ár ikki verið so reint, sum fólk kanska hava hildið. Borgarar í kommununi hava verið í góðari trúgv um, at vatnið, tey drukku, var reint og gott.
- Men soleiðis er tað bara ikki, noyðist borgarstjórin á Eiði, Tordur J. Niclasen, at ásanna.
Hann vísir á, at eftir kanningar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt, hevur kommunan, tá ið ringast hevur staðið til við vatninum, heitt á borgararnar um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið.
Skelkandi skitið
Vatnføringin til Eiðis bygd kemur úr keldum, sum renna undan Slættaratindi. Vatnið verður síðan savnað í stórum brunni, áðrenn tað fer út til húsarhaldini og virkini á havnalagnum.
Borgarstjórin vísir á, at árstíðirnar eru ymiskar, tá ið ræður um drekkivatn úr opnum keldum, og serliga vísir tað seg, at trupulleikar eru um heystarnar.
Tordur sigur, at í fjør staðfesti Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at vatnið als ikki var so reint, sum eiðisfólk hava hildið, og tá fór bygdaráðið beinanvegin í holt við at gera nakað við hetta málið.
- Í fyrsta lagi lótu vit vatnið kanna í eina tíð, og tá ið niðurstøðan fyrilá, fór eitt samt bygdaráð beinanvegin í holt við at loysa málið.
Borgarstjórin vísir á, at kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í ávísum tíðum vóru skelkandi, sum hann tekur til.
Settu pening av
Tordur sigur, at Eiðis kommuna longu í verandi fíggjarári setti pening av til loysn av vatntrupulleikunum ? og aftur á komandi fíggjarlóg er sett av til endamálið.
- Eftir at hava kannað og biðið um tilboð uppá reinsiverk, hava vit tikið av einum tilboði frá Nomatek, sum kemur at taka sær av málinum.
Hann vísir á, at friðingarmyndugleikarnir nú í oktober hava givið tilsøgn um, at kommunan letur byggja eitt lítið hús, sum skal hýsa reinsiskipanini, ið setast skal upp. Húsið, sum verður umleið 3,5 x 2,5 metrar til støddar, verður bygt nær við stóra vatnbrunnin. Sambært loyvinum, skal húsið fella væl inn í landslagið, og tekjan verður úr flagi.
Tordur sigur, at reinsiskipanin byggir á UV-filtur, ið er kent frá øðrum reinsiverkum, sum aðrar kommunur hava sett upp.
- Í hesum fyrsta byggistigi fáa í fyrsta lagi borgararnir og vinnan á Eiði reint vatn, men helmað verður ikki í, fyrr enn allir borgararnir í kommununi hava reint vatn.
Borgarstjórin sigur, at Eiðis kommuna eisini hevur keypt útbúnaðin til reinsiverk til bygdirnar Ljósá og Svínáir, sum eru partur av kommununi.
- Soleiðis fáa allir borgarar í Eiðis kommunu reint vatn í komandi ári, sigur hann.
Ídnaður og vatn
Tordur J. Niclasen vísir á, at vinnulívið á Eiði heldur ikki kann liva við, at vatnið ikki verður reinsað.
- Vit hava bæði gomul og nýggj virkir á havnalagnum, og hesi hava fingið sær síni egnu smáu reinsiverk. Men tað er ikki nøktandi, at kommunan ikki eisini hevur sítt egna reinsiverk, soleiðis at fólk og vinna kunnu vera trygg um vatnið, tey drekka ella brúka í framleiðsluni av matvørum. Reinsiverkið, sum verður sett upp, verður soleiðis ein eykatrygd ? eisini hjá vinnuni, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, at enda.