Nú skulu eisini ljóðbøkur verða mvg-fríar, akkurát sum vanligar bøkur. Tað fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um, og sostatt verða ljóðbøkur nú javntsettar við vanligar, prentaðar bøkur.
Hetta verður ein fyrimunur hjá blindum og sjónveikum, tó at tað eisini eru nógv onnur, sum lurta eftir ljóðbókum. Landið fer at missa nakað av inntøkum av mvg, men tey vænta ikki, at talan verður um meiri enn nakrar fáar túsund krónur.