- Nú skulu vit hava eina javnstøðulóg í Føroyum.
Tað var boðskapurin frá Johan Dahl, landsstýrismanni í javnstøðumálum, á tiltaki í Miðlahúsinum fríggjadagin, 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur.
Johan Dahl staðfesti, at vit hava ongan javnstøðupolitikk.
Hinvegin hevur samgongan sett sær fyri at orða ein javnstøðupolitikk fyri, hvussu viðurskiftini ímillum kynini skulu skipast her á landi.
- Bæði kynini skulu hava somu møguleika til gagns fyri einstaklingin, fyri familjuna, fyri arbeiðsplássið og samfelagið, sum heild.
Tað merkir, at rættindini hjá tí einstaka skulu rúmkast, ikki avmarkast, tí vit eru helst øll samd um, at vit fáa eitt virkisfúsari samfelag, tá ið alt tilfeingið verður gagnnýtt.
Ikki einfalt
Hinvegin vísir hann á, at spurningurin um javnstøðu er alt annað enn einfaldur, tí hann er í veruleikanum, so ómetaliga umfatandi.
Ein trupulleiki er, at hóast kynini formliga hava somu løn fyri sama arbeiði, vísir tað seg, at sum heild hava kvinnur væl lægri inntøkur enn menn.
Ein orsøk kann vera, at tær hava longri barnsburðarfarloyvi við lægri løn og at tær í nógv størri mun enn menn, arbeiða parttíð.
- Tað vísir seg ofta, at tað er kvinnan, sum tekur høvuðsábyrgdina av børnunum.
- Men tað fær so aftur avleiðingar fyri eftirlønina, tí tá ið kvinnur forvinna minni í arbeiðsárunum enn menn, klára tær heldur ikki at spara sær so nógva eftirløn saman sum menn og tess minni fáa tær eisini í eftirløn.
- Soleiðis verður ójavnin í arbeiðsárunum varðveittur upp í eftirlønarárini.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tær avgerðir, vit taka tíðliga í lívinum, hanga oftani við alt lívið, eisini hjá kvinnum.
- Tað fría valið er ofta dýrt, sigur hann.
Johan Dahl vísir eisini á, at ein svensk kanning vísir, at í miðal hava menn eina lívsløn sum er tvær milliónir hægri enn kvinnur hava.