Hóskvøldið skrivaðu umboð fyri Havnar Bjargingarfelag undir sáttmála við svensku sjóbjargingartænastuna, SSRS, um at keypa bjargingarbátin Sparbanken Tanum frá SSRS. Hesum boðar Havnar Bjargingarfelag frá.
Tanum, sum báturin fyribils fer at eita, er væl størri enn núverandi bjargingarbáturin, Rescue LÍV. Meðan Rescue LÍV er 12 metur langur og slakar 4 metur breiður, so er nýggi báturin 16 metur langur og 5 metur breiður. Báturin er rúmligari enn Rescue LÍV, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning verða væl betri umframt at pláss verður fyri fleiri fólki umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.
Tanum er bygdur í 1996 og er í góðum standi. Ætlanin er næstu tvey árini at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát um tvey ár.
Rescue LÍV skal seljast
Nú á páskum hevur Rescue LÍV verið partur av føroysku tilbúgvingini í 11 ár, og tað fer hann framhaldandi at vera, inntil Tanum er liðugt umvældur og klárur at seta í tilbúgvingina. Tá er er ætlanin at selja Rescue LÍV av landinum.
Nýggi báturin gongur ikki fult so skjótt sum Rescue LÍV, men tá báturin er dagførdur við m.ø. nýggjum motorum, fer mesta ferðin at verða á leið 32 fj. um tíman, og er tað lítið minni, enn Rescue LÍV siglir í dag.
Umframt at nýggi báturin er størri og rúmligari enn Rescue LÍV, so eru fleiri aðrir fyrimunir við honum eisini. Eitt nú er hann betri í sjónum enn Rescue LÍV. Eisini hevur hann størri pelatrekk og kann betri sleipa størri bátar og skip. Eisini hevur hann stóra brandpumpu umborð umframt hópin av ymsari bjargingarútgerð.
Báturin verður keyptur nú, men verður liggjandi í Hunnebostrand í Svøríki til mai mánað, tá manning av Rescue LÍV fer til Svørikis eftir honum og siglir hann heim til Føroyar.