Nú fáa havnarbørn eitt innandura spælipláss

Tórshavnar Býráð fer nú at vita um onkur privat fyritøka er áhugað at gera og reka eitt stórt, innandura spæliland í Kommunuskúlanum

Tórshavnar Býráð fer nú at seta sjøtul á ætlanin at gera eitt stórt, innandura spæliland í Kommunuskúlanum.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at onkur privar fyritøka skal gera, og reka eitt innandura spæliland í Kommunuskúlanum.

 

Tað eru fimleikahallirnar í lonini ímóti Tróndargøtu, sum ætlanin er at gera til innandura spæliland. Lonin er í tveimum hæddum, sum kunnu bindast saman, um so er, og Tróndur Sigurðsson sigur, at fyrireikingarnar eru meststum lidnar. Sostatt væntar hann, at verkætlanin væntandi verður boðin út í næsta mánað.

 

- Nú hava vit fingið eitt uttandura spælipláss í Grasagarði og tað hevur verið serstakliga væleydnað, tí her eru altíð børn og barnafamiljur.

- Har er ætlanin nú at gera ein klintrivegg eisini, sigur býráðslimurin.

 

Og nú er so eisini ætlanin at fáa eitt innandura spæliland í Kommunuskúlanum beint við.

- Veðurlagið í Føroyum er soleiðis háttað, at tað er stórur tørvur á at fáa innandura hentleikar til børnini eisini, sigur hann.

 

Men hann leggur dent á, at hóast tað verður bjóðað privatum at gera og reka, fer býráðið at tryggja sær, at prísurin fyri at gera brúk av tí, skal ikki vera hægri enn so, enn at øll skulu hava ráð til tað.

 

Hann leggur afturat, at hann veit um okkurt privat initiativ, sum er áhugað í ætlanini.

- Men ber tað ikki á mál við einum privatum spælilandi, fer býráðið at taka støðu til, um ikki kommunan kann gera tað sjálv, sigur Tróndur Sigurðsson.