Í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19, verður almennur fundur í Miðlahúsinum, har eitt felag verður stovnað, sum hevur til endamáls at verja áhugamálini hjá teimum eldru.
Fundurin varð upprunaliga lýstur at verða klokkan 18, men hann er fluttur ein tíma fyri at bygdarfólk eisini skulu lukkast til Havnar.
Stigtakararnir siga, at beinleiðis orsøkin til at felagið verður stovnað, er, at heimarøktin virkar ikki nóg væl og á fleiri røktarheimum er kreppa.
Tí halda tey, at tað er neyðugt við einum felag, sum kann verja áhugamálini, bæði hjá teimum eldru og teirra avvarðandi.
Kortini er ætlanin, at felagið eisini skal vera røddin hjá teimum eldru í øllum viðurskiftum.
- Serstakliga hevur tað stóran týdning at hava í huga, at tey eldru ikki eru ein einsháttaður samfelagsbólkur, har øll hava somu førleikar og sama tørv, siga fyrireikararnir.
Felagið fer at virka fyri, at politikkrin og tænastan á eldraøkinum, skal taka støði í førleikum og tørvinum hjá tí einstaka.
Á fundinum í annaðkvøld verða viðtøkurnar lagdar fram og nevnd skal veljast.
- Eisini verður orðaskifti um støðuna í eldrarøktini og á eldraøkinum sum heild og vit vóna, at so nógv, sum gjørligt koma á fundin og siga sína hugsan, siga fyrireikararnir.
Í arbeiðsbólkinum, sum hevur fyrireika felagið, eru: Rúna Sivertsen, Mary Antonsdóttir, Betzy Ludvig, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð og Hanne-Dot Ludvig.