Daniel Westling, ið brúðgómurin eitur, er ættaður úr lítla býnum Ockelbo í Norðursvøríki. Uppvøksturin var sum hjá vanligum svenskum børnum. Mamman starvaðist á posthúsinum og pápin innan kommununa. Hann hevði eina stórasystur. Tá onnur børn sótu heima við skúlabøkrunum, var Daniel úti á skoytum og spældi íshockey. Ítrótturin var longu tá ein týdningarmikil partur av lívi hansara. Tá hann nógv ár seinni valdi sær útbúgving, var tað innan ítrótt.
Eftir lokið prógv byrjaði hann at arbeiða sum persónligur venjari, og stovnaði saman við einum vinmanni venjingarsentrið "Master training" til tey ríku og kendu.
Har hittust hann og Victoria. Hon var nýliga afturkomin úr USA, har hon hevði fingið sær hjálp fyri etingarólag, eisini kallað anorexia. Tey gjørdust vinir, og sum tíðin leið gjørdust tey forelskað.
Í joggingbuksum og keppi
Daniel var tá mest kendur sum ein, sum gekk í joggingbuksum og keppi, og fá vóru tey, ið væntaðu, at hann sjey ár seinni skuldi giftast krúnprinsessuni.
Men árini gingu og myndirnar av parinum gjørdust fleiri og fleiri. 24. februar í fjør kunngjørdi svenska kongshúsið, at Daniel Westling og krúnprinsessan Victoria vóru trúlovað.
Longu tá var eisini sagt, at brúdleypið ikki fór at verða fyrrenn summarið 2010. Orsøkina til tess fingu vit at vita nakrar mánaðir seinni, tá Daniel varð innlagdur á sjúkrahús og fekk nýtt nýra frá pápa sínum.
Hann hevur eina vidfødda sjúku í nýrunum - sum ikki er arvalig - hevur kongshúsið upplýst. Skurðviðgerðin var væleydnað, og Daniel er frískari nú enn nakrantíð.
Klædning og brillur
Daniel í keppi og joggingbuksum broyttist til Daniel í klædningi og brillum.
Fyritøkuna, ið hann og ein vinmaður hava bygt upp og har hann er stjóri í løtuni, gevst hann í tá hann og krúnprisessan verða gift. Hann verður tó sitandi í nevndini.
Fyri nøkrum vikum síðan varð nógv gitt um, hvønn tittul, Daniel fór at fáa. Greivi, prinsur ella hertogi vórðu nevnd. Tá lýst varð fyri parinum fyrr í mánaðinum, gjørdist tó greitt, at kongurin, Carl Gustaf, hevði avgjørt at geva komandi versoninum prinsatittul. So eftir 19. juni verður Daniel kallaður Hansara Kongaliga hátign Prins Daniel.
Hesi fara í brúdleyp
Eitt kongaligt brúdleyp er nakað, sum savnar kongalig úr øllum heiminum. Til brúdleypið hjá Victoriu og Daniel verða ymiskar veitslur og hundraðtals gestir. Hesi í Norðurlondum hava sagt ja til innbjóðingina:
Úr Noreg: Harald kongur, 73, og Sonja drotning, 72. Haakon krúnprinsur, 36, og krúnprinsessan Mette-Marit, 36. Prinsessan Ingrid Alexandra gongur við í brúðarfylginum. Prinsessa Martha Louise, 38, og maður hennara, Ari Behn, 37.
Úr Danmark: Margrethe drotning, 70, og prins Henrik prinsur, 76. Frederik krúnprinsur, 42, og krúnprinsessan Mary Elizabeth, 38. Prins Christian gongur við í brúðarfylginum. Benedikte prinsessa, 66, og maður hennara, Richard av Sayn-Wittgenstein-Berleburg, 75.
Børnini hjá Benedikte fara eisini.
Ùr Finnlandi: Presidenturin Tarja Halonen og maður hennara Pentti Arajärvi
Úr Íslandi: Presidenturin Ólafur Ragnar Grimsson og kona hansara Dorrit Moussaieff
Soleiðis verður dagurin
13.30 - Kringvarpið byrjar at senda
14.30 - Vígslan í Storkyrkan í Stockholm.
15.40 - Kortega og ferð við kongasluppini Vasaorden
16.40 - Tey nýgiftu koma til Logården
17.00 - Sungið verður fyri teimum á Lejonbacken
19.00 - Brúdleypsveitsla á kongaliga slottinum.
Um tú vil ynskja Victoriu og Daniel tillukku, kanst tú gera tað á heimasíðuni www.kungahuset.se