- Endamálið er at menna tingfólk og at gera tey til betri lógarsmiðir.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, varð eisini eisini ein upphædd sett av til stuðul til tingfólk. Síðani hevur verið arbeitt við at gera eina reglugerð fyri, hvussu hesin stuðulin skal umsitast, og brúkast. Tað arbeiðið er liðugt, og nú um dagarnar hava tingfólk fingið boð um, at klárt er at søkja um pengarnar.
Hvørt tingfólk fær 30.000 krónur í part, og endamálið er at geva tingfólki ein møguleika at styrkja sínar førleikar sum lóggevarar, sigur løgtingsformaðurin.
- Hetta átti at gjørt, at Løgtingið, og Føroya fólk, fingu betri lógarsmíð og betri tingfólk, leggur hann afturat.
Í øðrum lóggevandi tingum fáa tingfólk eina játtan til at seta fólk í starv, men her hava vit so gjørt tað, at tingfólk fáa 30.000 krónur í stuðuli, sum tey fáa rættiliga rúmar ræsir at brúka, sum tey vilja.
Tey kunnu brúka pengarnar til at fara á skeið og á ráðstevnur. Tey kunnu eisini brúka pengarnar til búskaparliga ella búskaparliga ráðgeving. Ella tey kunnu brúka pengarnar til fjølmiðlaráðgeving, fyri at nevna nøkur dømi.
Men vilja tey tað, kunnu tey eisini lata flokkinum, tey umboða, stuðulin at brúka.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tingfólk hava sjálvi ábyrgdina av at umsita pengarnar. Men talan er um eina royndarskipan í eitt ár, so hann leggur afturat, at tað hvílir ein stór ábyrgd á tingfólki at brúka pengarnar eftir foirskriftunum.
Tá ið tey hava brúkt burtur av játtanini, senda tey Løgtinginum rokningarnar so hvørt at vátta, til peningurin er uppi.