Nú fær Ísland lánini

Eins og Føroyar hava hini Norðanlondini samtykt at hjálpa íslendingum burtur úr fíggjarkreppuni Í gjár samtykti finska stjórnin at læna íslendingum 325 milliónir evrur, og svenska stjórnin samtykti í gjár at lata Íslandi 700 milliónir dollarar í láni. Frammanundan hava Danmark, Noreg og Føroyar samtykt at lata íslendingum fíggjarligan stuðul.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sigur við Vísir, at íslendska stjórnin er sera takksom fyri vælvildina hjá hinum Norðanlondunum.

Umframt hesi hevur Russland lovað íslendingum lán, og samráðingar eru í løtuni við Pólland um lán haðani. Herumframt fær Ísland 2,1 milliardir dollarar í láni úr Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF.