B36 ímóti NSÍ. Tað boðar frá toppundirhaldi. Fyri trimum vikum síðani hittust liðini í Runavík. Tá vann B36 2-0. Málini vórðu skorað eftir lítlari løtu kring steðgin.
B36 er flúgvandi. Níggju tær seinastu ferðirnar hevur talan verið um fulla úrtøku – sjey ferðir í landskappingini og tvær ferðir í steypakappingini.
Síðsta sunnudag endaði tað við 2-1 heimasigri ímóti Víkingi. Tá vóru bæði málini skorað í sambandi eftir hornaspark:
-Eg vóni, at spælararnir í dag fara at vísa sama stóra dirvið, sum teir vístu í sambandi við deyðbóltsstøður ímóti Víkingi. Lagið og hugflogið eru stór, kappingin um plássini eru øgilig, og teir vísa aftur og aftur, at teir eru sinnaðir at arbeiða fyri hvørjum øðrum. Eg vóni og rokni við, at tað eisini í dag verður soleiðis, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Skaðalistin er langur, men teir, sum hava fingið møguleikan, hava ikki staðið aftanfyri hinar. Teir, sum ikki eru tøkir, eru Róaldur Jakobsen, Jónas þór Næs, Christian R. Mouritsen, Høgni Eysturoy, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard og eykamálverjin Rói Mørk Hentze.
Tað eru fimm stig frá B36 og aftur til NSÍ, sum harvið er undir trýsti. Um tað ikki eydnast at vinna úrtøku í dag, verður farleiðin til toppin tveysifrað tal av stigum.
-Vit vóru væl nøgdir við liðavrikið, tá ið vit vunnu 5-0 í Sørvági. Nú fæst at síggja, um tað býr mannfólkið í okkum, sum skal til, um vit skulu vera við í kappingini í toppinum, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.
Tað letur til, at uppstillingin verður tann sama, sum hon var fyri viku síðani. Pól Jóhannus Justinussen verður aftur í dag fremsti maður. Tað vil siga, at tvey málaskjúttin Øssur Dalbúð aftur í dag verður ikki millum teir fyrstu ellivu.
Á NSÍ skaðalistanum eru Símun Rógvi Hansen, Klæmint A. Olsen og Bárður J. Hansen.