Nú fall avgerðin: Eingin tunnil til Fámjins á hesum sinni

Løgtingið hevur akkurát felt eitt uppskot um at gera hann nú – men tað manglaði lítíð í

Tað er nú greitt, at fámjiningar fáa ongan tunnil á hesum sinni. Tað er greitt, nú Løgtingið akkurát hevur felt eitt uppskot um at gera tunnilin nú. Tað vóru løgtingslimirnir í andstøðuni, Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen, sum høvdu lagt uppskotið fyri Løgtingið.

 

Men samgongan hevur gjørt eina semju um, hvørjar raðfylgju, tunlar skulu gerast í, og tað merkir, at tunnilin til Dals skal gerast áðrenn tunnilin til Fámjins. Og samgongan helt seg til tað semjuna, tí tat teykvøddu ímóti at gera tunnilin í.

 

Men tað var lítið, sum manglaði í, tí tað vóru 29 tinglimir til staðar í Løgtinginum, og 14 atkvøður vóru fyri at gera tunnilin til Fámjins nú, men 15 atkvøður vóru ímóti.

 

 

 

Mest merkisvert var tað, at Magni Laksáfoss, sum var við til at seta uppskotið fram, vildi kortini ikki atkvøða fyri tí. Hevði hann gjørt tað, varð málið samtykt, soleiðis sum Løgtingið var mannað, nú atkvøðast skuldi.


Trýst HER og les meiri um, hví Magni Laksáfoss ikki atkvøddi fyri, tá ið samanum kom.