Nú fall avgerðin: Onki verkfall á hesum sinni

Kommunulæknarnir og Fíggjarmálaráðið hava akkurát nú góðtikið semingsuppskotið

Tað er nú greitt, at tað verður einki verkfall hjá kommunulæknunum á hesum sinni. Tað visti KvF at siga beint nú.

 

Semingsmaðurin legði eitt semingsuppskot fyri kommunulæknarnar og Fíggjarmálaráðið í gjárkvøldið og teir fingu freist til á miðdegi í dag at svara. Og tá ið freistin var farin, høvdu báðir partar góðtikið uppskotið og á miðdegi varð eisini sáttmálin undirskrivaður, sigur KvF