Í dag steðgar Volkswagen framleiðsluni av víðagitna boblu-modellinum. Triðja ættarlið av hesum bili, sum varð víst á framsýning í 2011, er og verður hitt seinasta á hesum sinni.
Tá seinasti bilurin í dag fer út av verksmiðjuni í Puebla í Meksiko, fer framleiðslan av einum av heimsins mest ikonisku bilum nakrantíð í søguna - eftir umleið áttati árum á marknaðinum.
Hin klassiska boblan - VW Type 1 - varð framleidd í 1938, men framleiðslan varð steðgað í 2003. Í 1998 kom VW við nútímans útgávu - New Beetle - sum síðan varð dagførd til eitt triðja ættarlið í 2012.
Men, nú er so eisini liðugt við hesi framleiðslu - í øllum førum fyribils.
Týski bilrisin ynskir at gera meira við el-bilar og størri familjubilar, og tí er ikki longur pláss fyri hesum einaferð so vælumtóktu bilum.
Hugskotið aftan fyri lítla bilin - "bobluna" - hevur røtur heilt aftur til Adolf Hitler.
##med2##
Ætlanin var, at lítli bilurin skuldi vera møguligur at ogna sær hjá øllum í eini tíð, tá tað var luksus at eiga bil í Týsklandi.
- Hetta skuldi vera fólksins bilur, og haðani kemur navnið Volkswagen, veit NRK at siga í dag. Heimasíðan vísir til ymiskar keldur, ið umrøða boblu-bilin í dag.
Lagt verður aftrat, at gjøgnum árini eru fleiri enn 21,5 miljónir "boblur" framleiddar, og hetta er heimsmet uttan samanburð í bilasøguni.
- Tað er ógjørligt at siga, hvar Volkswagen hevði verið í dag uttan bobluna, staðfestir stjórin fyri Volkswagen í USA, Scott Keogh, sambært CNN.
##med3##