Nú fara vit altíð at nýta hjálm

Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, sigur orðatakið. Men brent barn ræðist eld, og oftas er hetta seinna tað, ið fær okkum at taka tey fyrivarni, sum eru neyðug

Á Helnabrekku í Klaksvík búgva tvær góðar vinkonur, sum eita Sofía og Jastrið.
Síðani tær byrjaðu í 1. flokki, hava tær spælt saman nærum hvønn dag. Nú eru tær 10 og 11 ára gamlar og ganga í 5. flokki í skúlanum á Ziskatrøð.
Teimum dámar væl ítrótt. Tær spæla fótbólt við KÍ og flogbólt við Mjølnir.
Í eina tíð hevur skateboard ella rennifjøl, sum tað eitur á føroyskum, verið eitt av teirra frítíðarítrivum.
Góð ráð dýr
Beint omanfyri, har tær búgva, eru nýggju íbúðirnar hjá teimum eldru. Har er alt nýtt og í góðum standi, eisini vegirnir og brekkurnar á økinum, sum eru nýasfalteraðar.
Á brekkuni oman móti Helnabrekku liggur væl fyri at koyra á rennifjøl, og tað hava tær báðar gjørt nógv av í summar.
Men ein dagin datt 10 ára gamla Sofía á rennifjøl sínari. Tíbetur fekk hon ongan skaða, bert smávegis skursl á pannuna.
Kortini fingu hon og vinkona hennara ein slíkan hvøkk, at tær settu sær fyri, at hereftir skuldu tær altíð nýta hjálm.
Men hvaðani skuldi pening-urin koma?
Uppfinnsamar gentur
Jú, tær vóru ikki ráðaleysar og hildu, at tær skuldu fara at royna at vinna nakað av peningi við at selja blómur.
Tær fóru í urtagarðin hjá Sofíu og teimum og hentaðu allar tær vakrastu blómurnar, tær funnu.
Síðani fóru tær hús av húsi at selja blómur, so tær kundu keypa sær hjálmar. Tað gekk væl at selja, og fólk vóru bæði blíð og týð - og meiri enn so; onkustaðni fóru blómurnar fyri høgan prís.
Men tá foreldrini sóu, hvat genturnar høvdust at, varð blómusølan steðgað við brestin. Tey søgdu, at peningin, sum vantaði í, skuldu tær fáa frá teimum.
Tað gingu nakrir dagar, áðrenn tað eydnaðist teimum at fáa júst teir hjálmarnar, sum tær vildu hava. Tær skoyttu ikki um hvat sum helst, tí smart má tað jú eisini vera.
Nú eru hesar báðar skilagóðu genturnar, eydnusamir eigarar av hvør sínum svørtum hjálmi, ið er júst sum hjá teimum professionellu.
Og var ikki onkur, sum segði, at hjálmur er cool...