Føroyar liggja í einum sterkum ælastreymi av vestri. Í dag fer eitt lágtrýst á veg í ein eystan framvið norðan fyri Føroyar og brúgvaløg haðani føra til regn og vind í Føroyum. Týsdagin streymar kaldari luft eitt skifti inn yvir oyggjarnar. Mikudagin fer ein hitabrúgv framvið Føroyum av vestri. Seint hósdagin sígur kaldari luft aftur inn yvir okkum við ælum, møguliga vátaslettingi.
Veðrið í dag
Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri, 15 til 20 m/s, samregn og hitin millum 8 og 10 stig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður slítur hann í og tað klárar í.
Í morgin
Andøvsgul av útnyrðingi, um 7 m/s, sum um dagin minkar í eitt gul, undir 6 m/s, av ymsum ættum. Skýggjað og yvirhøvur turt, kanska onkrir sólglottar, men sunnan fyri regn av og á. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og regn ein part av degnum og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina framvegis stívt andøsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av og á. Hitin millum 6 og 8 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Um náttina veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður, sum frá líður vátaslettingur. Hitin millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur ella vátaslettingur. Hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum frá líður makar hann vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur og vátaslettingur, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 7 stig.