Nú fer einki at henda

Polariseringin, sum Javnaðarflokkurin ávaraði í móti undan fólkatingsvalinum er nú veruleiki. Og tað fer at merkja, at einki fer at henda í spurninginum um sjálvsavgerðarrætt Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

 

Fólkatingsval

Tað, sum Javnaðarflokkurin hevur óttast fyri, er nú vorðið veruleiki, sigur Jóannes Eidesgaard um valúrslitið týskvøldið. Polariseringin í føroyskum politikki fer at gera, at allar royndir um at fáa nakra semju millum Føroyar og Danmark steðga upp, tí danir fara ikki at finna út av, hvat føroyingar vilja.

?Vit fara at fáa eina buldrandi loysingarrødd, sum fer at tosa hart um føroysku republikkina, og eina spaka sambandsrødd, sum ikki vil hava nakað at henda, at umboða okkum á Fólkatingi. Tað fer at virka frustrerandi upp á danskar politikarar og danir sum heild, sum fara at standa spyrjandi yvir fyri, hvat føroyingar vilja, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, í viðmerking til valúrslitið.


Polarisering

Polariseringin, sum hend er, fer at neutralisera fólkatingsarbeiðið hjá føroyingum. Tjóðveldisflokkurin er so víðgongdur í sínum krøvum, at eingin fer at fylgja honum, meðan Sambandsflokkurin trívist best við, at einki skal broytast. Og tí fer heldur eingin at taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard . Hvørgin flokkurin, sum umboðaður er á Fólkatingi er førur fyri at fá ein enda í spurninginum um støðu Føroya í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin, sigur hann.

Javnaðarflokkurin hevði gott val kring landið, vísir Jóannes Eidesgaard á. Hann hevði vónir um afturval, líka til bara Havnin manglaði. Tá fór hann at ivast.

Javnaðarflokkurin hevur altíð havt trupult við at vinna Havnina, og soleiðis var eisini hesaferð. Men hann vísir samstundis á, at Javnaðarflokkurin avgjørt ikki hevði nakað ringt val í Havn kortini.

Í Havn fór Tjóðveldisflokkurin fram um, og tað heldur Jóannes Eidesgaard vera tí, at tað er í Havn, at fullveldisrómurin er mest miðsavnaður.

Hóast hann harmast um at vera fallin á Fólkatingsvalinum, fegnast hann um ta øgiliga stóru persónligu undirtøkuna, hann fekk, og takkar egna og floksins vegna fyri stuðulin. Flokkurin fekk væl fleiri atkvøður enn til seinasta val, tá hann fekk mannin.

Men býtið fall øðrvísi hesaferð. Sambandsflokkurin gjørdist tann stóri vinnarin og tók atkvøður frá Fólkaflokkinum, eins og hann át Sjálvstýrisflokkin allan sum hann var at kalla. Eisini er líkt til, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið atkvøður frá Fólkaflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.


Framtíðin

Nú er at lýta fram eftir og gera seg út til løgtingsvalið, sum fer at koma, sigur formaður Javnaðarfloksins.

Hann hevur hug at venda aftur til seinastu veljarakanningina, sum gjørd varð undan valinum.

Hon segði, at Javnaðarflokkurin fór ikki at røkka fólkatingssessinum hesaferð, og tað vísti seg so eisini at passa. Men tað, sum var meira áhugavert við tí kanningini, sigur Jóannes Eidesgaard, var at hon gjørdi Javnaðarflokkin til størsta flok, um eitt løgtingsval var nú.

Tað leggur hann soleiðis út, at føroyingar vilja hava Javnaðarflokkin til at brúka sínar kreftir her heima á landi at fáa føroysk viðurskifti upp á pláss.

Við hesum í huga verður nú við fullari farið undir fyrireikingarnar til løgtingsvalið, sum ikki er so langt burtur.

Nær tað verður útskrivað, dugir Jóanens Eidesgaard ikki at siga nakað um. Men tað kann verða nær sum helst, heldur hann.

Ikki tí at løgmaður vil. Tí tað vil hann helst ikki, nú Fólkalokkurin ikki fekk ta álitisváttanina, dyrgt varð eftir upp undir fólkatingsvalið. Men heldur tí, at stevið í samgonguni hevur verið so vánaligt í seinastuni.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at konfrontatiónirnar undir valstríðnum hava verið millum báðar teir stóru samgonguflokkarnar, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og tað aknn so gera, at arbeiðslagið ikki ber eina samgongu fram til apríl mánaða, tá val annars skal vera.