Nú fer hjúnabandið í søguna

Ein kunning og ávaring til Føroya fólk

Um nakrar dagar fer Løgtingið at hava triðju viðgerð av hjúnabandslógini, og verður uppskotið samtykt, so er hjúnabandið, sum vit kenna tað, farið í søguna. Tað hjúnabandið, sum Skaparin sjálvur innsetti, millum ein mann og eina konu, verður nú avtikið.

 

Hetta fer samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn at syrgja fyri, og tey gera tað uttan yvirhøvur at hava lýst, hvørjar øgiligar avleiðingar hetta fer at fáa á samfelagið og okkara eftirkomarar.

 

Í staðin fáa føroyingar nú eina lóg um ein heilt annan búfelagsskap, sum ikki kann kallast hjúnaband. Tí nú fara menn at kunna velja, um teir ætla sær at giftast við eini konu ella einum øðrum manni, og ein kona kann nú velja, um hon fer at giftast við einum manni ella eini aðrari konu.

 

Hetta er tann beiski veruleikin, so ótrúligt tað enn kann ljóða! Og so lóggeva tey eisini beint inn í kirkjuna!

 

Sjálvur havi eg fylgt ógvuliga væl við í hesum málinum, og eg má siga, at tað er óhugnaligt at hava upplivað, hvussu eitt mál sum hetta – bara tí at tað er eitt lgbt-mál og av teirri grund “politiskt korrekt” – er lumpað og lirkað ígjøgnum ta politisku skipanina, og eg eri hundrað prosent vísur í, at einki annað mál hevði farið ígjøgnum upp á henda mátan.

 

Alt baklandið hjá kirkjuni, Føroya biskupur, Stiftsstjórnin, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagið, hava í hoyringarskrivi sagt, at tey kunnu als ikki viðmæla, at hetta verður gjørt.

 

Men tað leggja løgmaður og “kirkjuministarin” í Føroyum , Rigmor Dam, einki í. Nei, tey fara nú ímóti kirkjunnar vilja beinleiðis inn og taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.

 

Hetta er eitt ræðandi stig, sum samgongan hevur tikið – eitt stig, sum gongur beint ímóti aldargomlum siðvenjum og øllum teimum avtalum, sum flokkarnir á Løgtingi hava gjørt í sambandi við kirkjuna.

 

Eg havi verið í Mentanarnevndini í sambandi við viðgerðina av hesum máli, og tað hevur verið nívandi at hoyrt umboðini fyri kirkjuna, sjálvan biskup, Jógvan Fríðriksson, og Una Næs, dómpróst, hvussu harmir og argir teir saman við øllum tí kirkjuliga baklandinum, Prestafelagnum og Felagnum fyri kirkjuráðslimir eru um gongdina í hesum máli – hesum, at kirkjan ikki hevur verið eftirspurd og ikki hevur verið við í prosessini, men nú móti endanum av viðgerðini verður drigin inn í málið og í veruleikanum er komin í neyð og ikki veit, hvat hon skal gera. Ja, so ógvuslig orð sum “yvirrulað”, “arrogant” og “provokerandi” hava verið nýtt um viðferðina, sum kirkjan hevur fingið frá samgonguni!

 

Hetta er ein niðurgering og vanvirðing av kirkjuni!

 

Eg skilji væl, at meirilutin í Mentanarnevndini (Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen) ikki torir at skriva meira enn fýra reglur í sínum áliti til Løgtingið aftan á øll tey álvarsomu orðini frá kirkjuni.

 

Og meirilutin við Honnu Jensen á odda sigur bara, at tey meta, at hetta, sum tey gera, fer at tryggja, at kirkjan framhaldandi sjálv kann taka avgerðir viðvíkjandi málinum at signa borgarliga gift.

 

Men biskupur hevur við síni reaktión longu víst, at metingin hjá meirilutanum í Mentanarnevndini als ikki heldur stikk. Kirkjunnar sjálvræði at skipa egin viðurskifti eru als ikki vird.

 

Biskupur hevur longu boðað frá hesum. Verður hetta samtykt, má hann í somu løtu geva prestunum tænastuboð um ikki at signa borgarliga gift í kirkjuni.

 

Eg hevði væntað, at onkur í Javnaðarflokkinum fór at steðga hesum álopinum á kirkjuna. Hugsi mangan um teir gomlu javnaðarmenninar, Jákup Frederik Øregaard, Poul Jacob Olsen, Jørgen Thomsen, Hilmar Bech o.a., og eg kann lítið ætla, hvussu forharmaðir teir høvdu verið í dag.

 

Í fjør segði m.a. formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Jónleif Johannesen, at tey við broytingaruppskoti ætlaðu at binda um heilan fingur fyri at verja kirkjuna. Men hetta vóru eisini bara orð!

 

Vit hava í dag ein javnaðarløgmann, Aksel V. Johannesen, sum pressar hetta ígjøgnum, og Henrik Old, sum fyri trimum árum síðani atkvøddi ímóti hesum, klývur ikki í tvey, hóast hann saktans kundi steðgað málinum!

 

Frá Tjóðveldi og Framsókn er einki at vænta, tí tey eru farin púrasta út at koyra. Tjóðveldi kallar enntá avtøkuna av hjúnabandinum fyri “at byggja land”.

 

So syndarligt er skilið.

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsmaður