Nú fer ikki at bera til at bíleggja úr IKEA gjøgnum føroyskan nethandil

Ein dagføring í avtalu millum IKEA Danmark og Inter IKEA skal øll søla nú vera beinleiðis til endabrúkaran

Fleiri føroyingar hava nýtt nethandilin gult.fo at innflyta kendu svensku møblarnar úr IKEA til Føroyar seinastu fýra árini. 

Gult.fo hevur gjørt tað ómalaleyst við at taka sær av avbjóðingum so sum frakt og tollavgreiðslu. Men hetta fær skjótt ein enda, tí ein dagføring í avtalu millum IKEA Danmark og Inter IKEA, sum eigur upphavsrættin, ger at øll søla nú skal vera beinleiðis til endabrúkaran. Hetta skrivar nethandilin gult.fo í dag.

Samstarvið millum IKEA og Gult.fo steðgar 1. januar í 2021, og tá skal øll søla hjá IKEA Danmark einans verða til endabrúkaran.

 

– Hetta harmast bæði vit og IKEA Danmark almikið um, og roynt hevur verið í longri tíð at umganga hesa niðurstøðu, skrivar gult.fo, sum samstundis takka fyri, at føroyingar tóku so væl ímóti tænastu teirra.