Tey, sum eru limir í einum fakfelag, skulu nú sleppa at draga limagjaldið frá í skatti. Tað halda tinglimir í Javnaðarflokinum, Tjóðveldi og Miðflokkinum
Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu uttanflokka, og herfyri legði hon uppskot fyri Løgtingið um hetta. Í morgin fer Løgtingið at taka støðu til málið, og alt bendir á, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin, fara at atkvøða fyri fyri uppskotinum saman við Sonju Jógvansdóttir, og so verður tað samtykt.
Hinvegin hevur Framsókn, sum eisini er í samgongu, ikki avdúkað, hvat tey fara at atkvøða, tí tey siga, at tað taka tey støðu til í Løgtinginum í morgin.
Hetta uppskotið fer væntandi at geva fakfelagslimum 10 milliónir í skattalætta, og hetta er sostatt eisini upphæddin, hetta fer at kosta Landið og kommunum í mistari skattainntøku.
Uppskotið hevur verið til viðgerar í Fíggjarnevndini, og har tekur meirilutin, sum er, Pauli Trond Petersen, Bill Justinussen, Kristianna Winther Poulsen og Kristin Michelsen, undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað
Tey vísa á, at hetta javnsetir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí sum er, eru tað bara arbeiðsgevarar, sum kunnu draga limagjald til arbeiðsgevarafelagið frá í skatti. Samstundis er hetta ein skattalætti til vanligar løntakarar, sum eru limir í fakfelag, og tða halda vit er rætt, sigur meirilutin.
Meirilutin heldur haraftrat, at tað er sera avgerandi, at vit hava ein væl skipaðan arbeiðsmarknað, og vil fegin styðja hesum við at fremja málið.
Umboðini fyri andstøðuna, sum eru Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard, kalla hetta avtalubrot, tí allir flokkar hava tikið undir við, at vit skulu hava eina bruttoskattaskipan, fyri at gera umsitingina so einfalda sum til ber.
Tað er orsøkin til, at vit hava ein botnfrádrátt í landsskattinum, ístaðin fyri frádráttir av øllum handa slagi, eitt nú fyri limagjald til fakfeløg.
Teir vísa eisini á, at áður hevur samgongan ikki viljað broytt lógina, men ístaðin hava tey víst á, at og víst til, at ein nevnd varð sett at viðgera skattaskipanina í síni heild. Nú nevndin er liðug, og uppskotið skal til politiska viðgerð, átti samgongan at bíðað við at tikið undir við slíkum uppskoti, halda teir í andstøðuni.
– Minnilutin harmast um at samgongan avskeplar eina vælvirkandi skattaskipan, sum er løtt at umsita, fyri at tryggja sær meiriluta í Løgtinginum
Sjeyndi limurin í Fíggjarnevndini, Ruth Vang úr Framsókn, sum eisini er forkvinna í nevndini, avdúkar ikki, hvat hon fer at atkvøða, tí hon sigur, at tað vil vísa seg í Løgtinginum í morgin.