Oljuprísurin á altjóða marknaðinum er nú á veg upp.
OPEC, sum er felagsskapur fyri oljuframleiðandi lond, hevur avgjørt at minka um framleiðsluna fyri at stimbra prísin.
Ritzau skrivar, at OPEC í gjárkvøldið avgjørdi at minka framleiðsluna við 800.000 tunnum um dagin – niður í 32,5 milliónir tunnir um dagin.
Hendan fráboðan hevur fingið oljuprísin at hækka á altjóða marknaðinum. Í gjárkvøldið hækkaði prísurin á sonevndari WTI-olju og Brent-olju við millum 4,8 og 5,3 prosentum og var millum 46 og 48 dollarar.
Prísurin á einari tunnu av olju var yvir 100 dollarar í 2014, men var tíðliga í 2006 heilt niðri á 28 dollarum fyri tunnuna, skrivar Ritzau.