Í gjárkvøldið avgjørdi Fasti Gerðarrætturin, at Semingsstovnurin kann fara undir seming millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggja sáttmála fyri kommunulæknar.
Kommunulæknafelagið helt ikki, at Semingsstovnurin hevði hesa heimild, men Fasti Gerðarætturin heldur, at ómsejan er partur av føroyska kollektivt skipaða arbeiðsmarknaðinum.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið í morgun, at hann fer at seta seg í samband við partarnar í dag. Hann vónar at fáa eina hóskandi ætlan fyri einari tilgongd fram ímóti semju millum partarnar:
Ógreitt er, hvussu støðan er við fráboðaða verkfallinum hjá Kommunulæknafelagnum. Semingsstovnurin kann útseta verkfall í sjey dagar, men semingsmaðurin vil fyrst tosa við partarnar fyri at vita, um hendan fráboðan stendur við.