Væntandi er, at nøkur av uppsjóvarskipunum rættiliga fara at leggja seg eftir svartkjafti, nú silda-og makrelkvoturnar eru uppfiskaðar.
Fyrr í heyst keyptu reiðarí 20.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu. Hetta er kvota, sum skal fiskast í hesum árinum, og tað skal vera løgið, um teir, sum hava goldið fyri hesi rættindi, ikki eisini fara at brúka tey.
Keldur, sum Sosialurin hevur skift orð við, siga, at nøkur ófiskað tons av útbýttari svartkjaftakvotu eisini eru eftir, umframt tey 20.000 tonsini, sum reiðaríini keyptu á uppboðssølu.
Mett verður tí, at eini 20.000-25.000 tons av svartkjafti eru eftir at fiska, tá tey keyptu tonsini eru íroknað.
Sum er, verður svartkjafturin gjarna landaður til ídnað - ella til framleiðslu av laksafóðuri - sum í seinasta enda kemur út aftur sum dýrur alilaksur til matna.
Sambært tølum, sum In.fo hevur leitað fram, keypti Havsbrún í fjør umleið 235.000 tons av ráfiski til sína framleiðslu, og keldur hjá blaðnum vita at siga, at árið í ár - í ráfiskanøgd - líkist árinum í fjør.