Ónøgd á Argjum: FSF trumfar AB

Nú fáa suðringar møguleikan at brúka Effo-leikarar í 1. deildardystinum móti AB

Tá 23. umfar í 1. deild fer í gongd í kvøld, eru tað tvey feløg, sum ikki skulu í dyst. Dysturin millum AB og TB/FC Suðuroy/Royn, sum skuldi vera í kvøld, er útsett til hóskvøldið – uttan at heimaliðið, AB, hevur góðkent flytingina.

 

TB/FC Suðuroy/Royn sendu í síðstu viku eina áheitan til AB um at flyta dystin til mánakvøldið, altso í gjárkvøldið. AB noktaði hesum, men næsta tey vistu frá FSF var, at dysturin nú var fluttur til hóskvøldið.

 

- Eg haldi, tað er langt úti, at útiliðið skal sleppa at áseta, nær dystirnir skulu spælast, uttan at heimaliðið góðkennir flytingina, sigur Doris Vang Rasmussen, forkvinna í AB.

- Tað er ein reglugerð sum sigur, at bæði feløgini og dómarin skulu verða samd, áðrenn ein dystur verður fluttur og ásettur av nýggjum. Tað er so ikki hent í hesum føri, sigur hon.

 

Doris Vang Rasmussen sigur, at FSF vil vera við, at tey royndu at fáa fatur á umboðum fyri AB, men at hetta ikki eydnaðist, og tí bleiv dysturin í gjáramorgunin ásettur til hóskvøldið.

- Vit settu okkum beinan vegin í samband við FSF um at flyta dystin til mikukvøldið heldur, men tá fingu vit at vita, at tað bar ikki til at flyta dystin so ofta, sigur Doris Vang Rasmussen.

 

Ávirkar niðurflytingarstríðið

Nakað av rumbuli stendst av hesum, tí hetta hevur beinleiðis ávirkan á niðurflytingarstríðið í 1. deild. Har liggur TB/FC Suðuroy/Royn í harðari kapping við Giza Hoyvík og B36 um at sleppa undan næstaftasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting frá sær. Suðuroyarliðið liggur eitt stig framman fyri liðið úr Hoyvík, sum liggur tvey stig framman fyri B36, nú fimm dystir eru eftir at spæla. ÍF á aftasta plássið hevur einki stig fingið enn í ár.

 

Við tað, at Effo-deildlin spælir mikukvøldið, kann TB/FC Suðuroy/Royn nú lata allar spælararnar í Effo-hópinum, sum ikki spæla mikukvøldið, fara norður til dyst hóskvøldið í 1. deild. Giza Hoyvík spæla í kvøld móti botnproppinum ÍF. Tí kunnu stig móti AB hóskvøldið gerast sera týdningarmikil hjá suðringum.

 

Líkt er til, at flytingin eisini fer at ávirka Giza Hoyvík beinleiðis.

- Nú siga teir, at dysturin hjá okkum leygardagin móti Giza Hoyvík skal flytast til sunnudagin. Eg veit ikki, hvat hoyvíkingar fara at siga til tað, sigur Doris Vang Rasmussen.