Nøgd men betri næsta ár

Hóast gott føroyskt veður á Fjarðafestivalinum í ár, vóru færri fólk á festivalinum í ár enn í fjør.

- Mann má minnast til, at vit mistu høvuðsnavnið í ár, og tað hevur ávirkað billettsøluna, sigur Vinjard Johansen, stjóri í AD-Management

Sambært fyrireikarunum var ársins Fjarðafestivalur ein tann frægasti, ið hevur verið. Men atgongumerkjasølan var lakari enn í fjør, hóast veðrið tað mesta av tíðini, var so gott mann einaferð kann roknað við tá heystið er um at byrja.

- Fólkini, sum vóru á festivalinum vóru sum heild sera væl nøgd. Bæði við bólkarnar sum spældu og við karmarnar sum heild, sigur Vinjard Johansen.


Ikki so nógv fólk

Til festivalin vóru færri fólk enn í fjør, og kann hetta undra tí veðrið var so nógv betri enn í fjør, tá mestsum ódnarveður var.

- Mann má minnast til, at vit mistu høvuðsnavnið í ár, og tað hevur ávirkað billettsøluna, sigur Vinjard Johansen, stjóri í AD-Management

Sum skilst hugnaðu tey umleið 1300 fólkini, sum vóru á festivalinum sær óført og hetta gevur fyrireikarunum mót til í næsta ár eisini.

- Í næsta ár verða vit fyrsti festivalurin á árinum, veðrið burdi eisini hóska seg betur til tjalding og húsvognar, so vit síggja bara heilt ljóst uppá tað.

Tá talan er um so fá fólk á einum festivali, er skjótt at seta spurningar um tað fíggjarliga, men tað eru teir á Fjarðafestivalinum ikki bangnir um.

- Nú er so stutt fráligið, so vit hava ikki tey presisu tølini, men eg ivist onga løtu í, at festivalurin fer at javnviga, greiðir stjórin í AD-Management frá.


Mjørki í Vágunum

Um vikuskiftið hevur tjúkk toka ligið í Vágunum, og ávirkaði hetta ein part av festivalinum.

- Veðrinum eru vit ikki harrar yvir, so tað er nakað vit bara mugu fyrihalda okkum til. vit gjørdu nakrar broytingar í skránni, og eru heilt nøgd við hvussu alt spældi av, staðfestir Vinjard Johansen.

Bólkarnir, Superhero og Sarah Kelly, høvdu sera langan veg til Føroyar, og gjørdi hetta, at Sarah Kelly var flutt inn í salin, heldur enn at spæla á stóra pallinum.

- Grundin til at vit koyrdu Sarah Kelly inn, var at hon ikki fekk vant saman við Superhero áðrenn hon skuldi á pallin. Men vit eru heilt ótrúliga væl nøgd við solokonsert hennara, og flytingin eisini var heppin tí tað fór at regna av grimd uttanfyri. Harafturat eru vit glað fyri at hon slapp at vera inni, tí hon hevði verið leingi á ferð, og tað kundi skjótt ávirkað rødd hennara, um hon sang úti, sigur Vinjard Johansen.


R2 Net beinleiðis

R2 Net sendi beinleiðis frá tí mesta av festivalinum, og vóru fyrireikararnir glaðir fyri hetta, hóast tað kanska eisini hevði við sær at færri fólk komu á festivalin.

- Vit eru øgiliga glað fyri arbeiðið hjá R2 Net, tí so kemur boðskapurin út til heilt nógv fólk. Sum heild er vit eisini glað fyri, hvussu væl miðlarnir vóru til staðar á festivalinum, sigur Vinjard Johansen.


Sightseeing í Føroyum

Sum skilst vóru bólkarnir fegnir um at vitja Føroyar, og leygardagin vóru nakrir av teimum eitt sindur runt og hugdu at Føroysku náttúruni.

- Allir bólkarnir vóru glaðir fyri at hava verið í Føroyum, tey vóru sera imponeraði av landinum, og serliga Sarah Kelly var hugtikin av nógva seyðinum í landinum, greiðir Vinjard Johansen frá


Ótroyttir møguleikar

Møguligt var at hava húsvognar og bátar við á festivalin, men tað var ikki nakað serliga nógv nýtt.

- Tað er liðið so nógv út á árið, at tað kanska ikki er so øgiliga hugaligt at koma við báti ella húsvogni, men í næsta ár vera vit fyrsti festivalurin á árinum, áðrenn bátafestival og so framvegis. So vit kalla árið í ár eina roynd, og vóna at hesi tiltøk verða væl móttikin í næsta ár, sigur Vinjard Johansen.


Delirious

Á Fjarðafestivalinum varð kunngjørt at bólkurin, Delirious, sum skjótt fara at gevast, koma til landið í heyst og spæla konsert í Kelduni fimta novembur.

- Vit eru sera væl nøgd um at hava fingið hendan bólkin til Føroyar, og er hetta eitt stórt tak hjá AD-Management. Vit hava roynt eftir bólkinum í fleiri ár og fingu hann í tøkum tíma, tí teir gevast um ársskiftið.


Klár til 2009

Sum sæst gjøgnum greinina, eru fyrireikararnir á ongan hátt falnir í fátt, hóast lutfalsliga fáu fólkinum á festivalinum, og tosa teir mest frameftir, og vilja ikki finnast at nøkrum serligum í ár.

- Ja, sjálvandi gleða vit okkum til næsta ár og vóna, at vit tá vera eitt sindur hepnari við høvuðsnavninum, og ein annar fyrimunur er eisini, at bólkarnir sum heild eru bíligari fyrr um árið. Vit eru longur byrjaðir at fyrireika festivalin í næsta ár, og eru als ikki bangnir fyri at festivalurin dettur niðurfyri, staðfestir Vinjard Johansen, stjóri í AD-Management, sum stendur fyri Fjarðafestivalinum.