Ónøgd við broyttu sveinabrøvini

Bæði innan vinnuna og í almennu umsitingini hevur ónøgd verið um nýggju sveinabrøvini, men broytingar eru á veg, verður sagt av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Tá Føroya Læruráð fór í søguna fyri einum ári síðani eftir bygnaðarbroytingarnar, vórðu uppgávurnar hjá ráðnum býttar út til onnur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Tað eru yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar, sum nú taka sær av uppgávunum hjá læruráðnum. Samstundis kom ein nýggj lóg um yrkisútbúgvingar í gildi, sum avloysti ta gomlu lærlingalógina.

Síðani er tað gamla sveinabrævið avloyst av einum yrkisprógvi, sum í grundini er tað sama, men fleiri hava víst sína ónøgd við tað nýggja yrkisprógvið.

Tað gamla sveinabrævið líktist meira teimum, sum eru í útlondum og varð útgreinað á fleiri fremmandamálum, so at eingin trupulleiki var hjá einum útlærdum at søkja arbeiði uttanlands.

Í tí nýggja yrkispróvnum er bæði útsjóndin og innihaldið broytt frá tí gamla sveinabrævinum. Tað nýggja yrkisprógvið er bara eitt vanligt pappír, meðan tað gamla sveinabrævið var minni og hevði stíva permu. Heldur ikki er tað nýggja útgreinað á fleiri málum, men bara á føroyskum.

Í vinnuni vóru fleiri lærumeistarar ónøgdir bæði við tað nýggju útsjóndina, sum ikki vísti nóg væl, at talan var um eina 4 ára langa útbúgving, og eisini varð hildið, at tað var sera óheppið, at yrkisprógvið bara varð skrivað á føroyskum. Hetta kann geva einum útlærdum trupulleikar, um hann hevur ætlanir um at søkja arbeiði uttanlands, tí eingin skilir prógvið.

Á Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hava tey eisini fingið fleiri klagur um tær broytingar, sum eru framdar.


Broytingar eru á veg

Tað vísir seg nú, at tey, sum hava ábyrgdina á hesum økinum, hava tikið klagurnar til eftirtektar, tí nú hevur yrkisútbúgvingarráðið ætlanir um broytingar, so at yrkisprógvið fer at líkjast meira tí gamla sveinabrævinum.

Bæði Petur Oluf Hansen, skrivari í yrkisútbúgvingarráðnum, og Erhard Jacobsen úr yrkisnevndunum, har bæði umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar eru, siga, at yrkisprógvið stendur fyri nøkrum broytingum.

Teir eru á einum máli um, at hetta ikki er nakar stórur trupulleiki, men at hetta bara eru nakrar smáar tekniskar rættingar, sum skulu fremjast.

Erhard Jacobsen sigur eisini, at um ein útlærdur skal søkja um arbeiði uttanlands, so skal hann, sum nú er, venda sær til Undirvísingar- og Mentamálastýrið og biðja um at fáa eina útgreinan av próvnum á øðrum máli.

Erhard Jacobsen sigur seg harmast, um nakar hevur havt trupulleikar við sínum yrkisprógvi uttanlands, men hann sigur eisini, at eingin orsøk er at renna seg í trupulleikar viðvíkjandi málinum á yrkispróvnum, tí tað er bara at venda sær til teir um hjálp.

Henda skipanin, við at ein útlærdur skal biðja um at fáa prógvið á einum øðrum máli, er tó ikki tann besta.

Hann hevur ikki hoyrt, at tey, sum hava fingið eina útgreinan av sínum yrkisprógvi, hava havt nakrar trupulleikar uttanlands, tá tey skulu søkja arbeiði.

Erhard Jacobsen sigur, at eisini er ætlanin at broyta útsjóndina av yrkispróvnum, tí yrkisprógvið skal vísa, at henda 4 ára langa útbúgvingin er nakað serligt.

Enn er ikki endaliga avgjørt, hvørjar og hvussu broytingarnar verða, men tað kemur fyri fyrst í september.