Í Hoyvíkshaganum vórðu fyrst raðhúsini í Jørundargøtu reist. Síðani vórðu raðhúsini í Torkilsgøtu bygd, tó ikki sum upprunaliga ætlað. Fyri ikki at taka nakað av útsýninum frá húsunum í Jørundargøtu, sum tó standa væl hægri, varð ikki givið loyvi at byggja húsini við eini reising á 45 stig, sum ætlað. Reisingin skuldi lækkast til 28 stig.
Nú er triðja byggistig farið í gongd í Hoyvíkshaganum. Talan er um eini nýggj raðhús, í Maritugøtu. Hesi húsini verða í tveimum fullum hæddum, og koma at standa ógvuliga nær lágu húsunum í Torkilsgøtu. Íbúgvarnir í Torkilsgøtu eru sera ónøgdir við ætlaninar, og kanska serliga við framferðarháttin hjá býráðnum, sum tykist vera púra burturvið.
Stór ónøgd
Marian á Borg og Dan Kjelnæs eru tvey av mongu ónøgdu húsaeigarunum í Hoyvíkshaganum.
? Eg haldi tað vera løgið, at loyvið verður givið at byggja eigaraíbúðir í tveimum hæddum so kloss upp at okkara eittplanshúsum. Tey koma at síggja beint niður í okkara stovu, og vit koma ikki at síggja nakað sum helst. Høvdu hesi nýggju húsini av illum verið eittplanshús eisini, men tey verða í tveimum fullum hæddum. Tað fer at myrkja ótrúliga nógv um inni hjá okkum, sigur Marian á Borg, sum í næstum fer at fáa nýggjar grannar tætt uttanfyri stovuvindeygað. Hon undrast á, at teirra hús ikki fingu loyvi at hava eina reising á 45 stig, tá ið loyvi verður givið at byggja so høgt beint frammanfyri.
Dan Kjelnæs, ið eisini er húsaeigari í Torkilsgøtu heldur við Marian.
Tað tykist ótrúliga ólogiskt at byggja øll húsini her uppi í einum ávísum lágum stíli, og so byggja tey niðastu húsini í tveimum fullum hæddum. Vit koma at fáa ein veldigan kassa beint frammanfyri vindeyguni, men vit sluppu ikki at hava eina hægri reising. Hetta tykist sum tað reina idioti, sigur hann.
Eingin kunning
Men tað, sum nervar Marian og Dan mest av øllum, er, at tey einki hava hoyrt um byggiætlaninar frá býráðnum.
? Vit vórðu ikki kunnað á nakran hátt. Eg haldi, at tað skuldi verið tað minsta, at vit fingu kunning um hetta. Vit vistu ikki av, fyrr enn hesir stóru múrarnir vórðu reistir beint frammanfyri stovuvindeyguni. Longur niðri eru eisini raðhús av hesum slagnum bygd, og tey tóku eisini nógv av okkara útsýni. Men tað ger minni, tí tey eru so langt burtur. Men so hava teir bygt tættari og tættari, og nú hava vit teir beint uttanfyri. Tað minsta býráðið kundi gjørt, var at kunna okkum um hetta, heldur Marian. Hon greiðir frá, at tá ein í Torkilsgøtu ætlaði at byggja sær ein kvist á húsini, varð tað málið lagt út til grannahoyringar. Øll í Torkilsgøtu skuldu skriva undir uppá, at tey góðtóku hesa byggingina, hóast hon als ikki kom at verða nakar bági. Tí tykist tað serliga løgið, at Guttesen og Stakksberg, sum eru farnir undir at byggja høgu blokkarnar í Maritugøtu, skulu hava fingið loyvi, uttan so mikið sum at kunna nábúgvarnar í Torkilsgøtu um tað.
? Hetta er ræðuliga keðiligt, og vit eru øll líka ónøgd við einki at hava frætt. Hetta vísir bara hvussu lítið man hevur at siga, tá man keypir eitt raðhús, sigur Marian. Eg havi tosað við eigarafelagið her uppi, og eg havi skilt á lagnum, at ein klaga verður borin oman á býráðið í næstum. Tað er fyri neyðini, tí eg haldi ikki, at teir skulu sleppa óátalaðir í hesum málinum. Hetta tykist sera dupultmoralst, at so stórur munur skal verða gjørdur á byggiloyvunum á so tøttum grundøkjum uppá so stutta tíð. Hetta kann als ikki góðtakast, heldur Marian. ?Eg vóni, at teir eisini innsíggja tað niðri á býráðnum. Mín dreymur er, at byggiloyvið verður broytt, so húsini frammanfyri verða eittplanshús ístaðin, sigur hon.
Dan og Marian eru bæði ivasom, tá tey verða spurd hvørt tey høvd keypt húsini, um tey vistu, at tað fór at verða bygt í tveimum hæddum so tætt uppat teirra stykki.
? Tað er ringt at svara uppá, men so høvdu vit kanska umhugsað tað eitt sindur longri. Tað, sum tó fellur okkum tyngst, er, at tað verður so stórur munur gjørdur á byggiloyvunum hjá grannum. Og at so lítið verður gjørt við at kunna fólk um, hvat fyriferst á økinum rundanum húsini.