Ónøgdin í Kringvarpinum á tingborð

Í morgin fara tingfólk at viðgera trupulleikar í Kringvarpinum og brævið, sum 28 starvsfólk hava sent leiðsluni og Mentamálaráðnum, har tey millum annað vísa ónøgd við leiðslu og við samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi

Tað er Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, ein spurning at svara á tingfundinum.

Sjúrður Skaale spyr, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við teir trupulleikar í Kringvarpinum, sum 28 starvsfólk vísa á í tí skrivi, ið 22. oktober varð sent landsstýriskvinnuni?

Hann vísir á, at tá undanfarna ABC-samgonga legði Útvarp- og Sjónvarp Føroya saman, varð einki sagt um hvør visiónin var við hesum - og tíansheldur varð løgd fram nøkur ætlan fyri, hvussu tað skuldi fremjast í verki.

- Tá ikki verður sett út í kortið áðrenn lagt verður frá landi, kemst heldur ikki í Havn. Og nú má ásannast, at skútan er farin heilt av kós. Samanleggingin er miseydnað. Sum umrødda skriv vísir, tykist Kringvarpið ikki vera ein stovnur, men tveir fyrrverandi stovnar, sum hava lítið meira enn nýggja navnið til felags, sigur hann.

Løgtingsmaðurin vísir á, at Helena Dam á Neystabø lovaði á almennum fundi í mars, at ein public service-sáttmáli, sum ásetti yvirskipaðu karmarnar um kringvarpið, skuldi leggjast til aðalorðaskiftis »í næsta mánaði«.

- Síðani hevur landsstýriskvinnan fleiri ferðir endurtikið, at uppskot til henda sáttmála skal leggjast fyri tingið - men einki hendir, sigur hann.

Sambært Sjúrði Skaale er eitt av stríðsmálunum í Kringvarpinum, hvussu tíðindadeildirnar skulu skipast, so tær verða í samsvari við politiska viljan.

- Og skrivið frá teimum 28 fólkunum vísir, at tað er oyðileggjandi fyri Kringvarpið, at hetta stríð - sum avgjørt viðkemur politiska myndugleikanum - framvegis ikki er avgreitt. 17. mars segði landsstýriskvinnan, at rættindi og skyldur í hesum máli kundu ásetast »í Public Service sáttmálanum, sum skal avgreiðast í vár«. Men enn er einki hent, sigur Sjúrður Skaale.

Hann sigur eisini, at landsstýriskvinnan eisini ofta hevur tosað um, at vit skulu finna rætta háttin at fíggja Kringvarpið. Men heldur ikki í tí málinum er nakað hent.

- Tað skerst ikki burt, at hetta atgerðaloysi hjá landsstýriskvinnuni er ein høvuðsorsøk til tær frustratión, sum lýstar verður í skrivinum frá starvsfólkunum, heldur Sjúrður Skaale, sum tí heldur tað vera gott, um landsstýriskvinnan hevur eitt ítøkiligt svar til spurningin.