- Eg vænti ikki at Føroyar fara at vinna dystin. Eg hopi kortini, at vit fáa eitt mál, soleiðis at øll kunnu fáa eitt yes-upplivilsi, sigur John.
Hann hevur hugt eftir fleiri av landsdystunum hjá føroyingum, og var eisini á Tórsvølli, tá liðini hittust her í september mánaði í 2004.
- Hetta var ein góður dystur, hóast vit taptu. Tað var kortini sera stuttligt at síggja tær stóru fronsku stjørnurnar, sigur hann.
Hesaferð metir hann, at franska landsliðið er av tí allar sterkasta, hóast Zidane ikki er við.
Tí ivast hann ikki í úrslitinum: Frakland vinnur dystin 3-1.