Tað hevur staðist mikið rok av, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur boðað frá, at hann hevði í kvittanum at broyta bæði samanseting og tal av nevndarlimum í Atlantic Airways soleiðis, at landsstýrið fekk fult ræði á nevndini.
Onkur av stóru partaeigarunum hava givið ilt av sær í hesum sambandi, og hetta endaði við, at umboð fyri stóru privatu partaeigararnar høvdu fund við landsstýrismannin í vinnumálum í gjár um málið. Og á hesum fundinum fekst so semja millum partarnar.
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum eigur TF Holding, ið er ein av stóru privatu partaeigarunum, sigur, at hann er nøgdur við semjuna, sum er gjørd.
- Eg var ikki sjálvur við á fundinum, men eg var kunnaður um fundin og gjørdi eisini mína støðu greiða. Eftir fundin eri eg somuleiðis kunnaður um úrslitið, og eg eri væl nøgdur við ta semju, sum er gjørd, sigur Gunnar í Liða.
Hann sigur, at teir hava valt at hugt at kvalifikatiónunum hjá persónum at sita í einari nevnd hjá einum flogfelag.
- Tað er ein óskikkur at siga, at hesin ella hasin umboðar tann og tann partin av partapeninginum. Øll nevndin umboðar allan partapeningin og arbeiðir fyri felagnum sum einari heild, og ikki bert fyri partar av felagnum, sigur Gunnar í Liða.
Hann vil ikki siga, hvørjir persónar semja er um at velja í nevndina, og hevur tí ongar viðmerkingar til, um nakar av verandi aðalfundar valdu nevndarlimum verður afturvaldur.
- Eg eri sannførdur um, at nýggja nevndin saman við leiðsluni í felagnum fer at gera eitt framhaldandi gott arbeiði. Og eg eri stak væl nøgdur við, at semjan nú hevur skapt frið um felagið, so nevnd og leiðsla aftur kann taka sær av tí, sum er teirra uppgáva, nevniliga at reka felagið á besta hátt, felagið og partaeigarum at frama, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.