Nýgg e-bók at fáa

Internetbók

»Oystercatcher«, eftir David Jutson er skaldsøga at lesa á tínari teldu frá Framtak á Toftum.
»Oystercatcher«, eftir David Jutson, er ein thrillari í fullari longd, sum fer fram í teimum norður atlantisku oljuøkjunum við Føroyar. Heitið kemur av navninum á oljukelduni "Tjaldur 1" sum, í bókini, liggur beint sunnan fyri Suðuroy.
"Mín rødd er kódnað av tí fyrstu av teimum trimum spreingingunum ið skaka boripallin. Øll steðga á í sínum arbeiði og hyggja seg um. Har eru hvørki roykur ella logar men boripallurin tekur ógvuliga spakuliga at halla ..."
Tær drúgvu yrkisligu royndirnar hjá rithøvundanum sum jarðfrøðingur, íroknað tíðin hann hevur arbeitt í Føroyum, er við til at gera hendan dramatiska hugbindara autentiskan.
Frá 1992 til 1998 arbeiddi hann hjá Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) sum senior jarðfrøðingur við ábyrgd fyri at seta sjøtil á ídnaðarliga biostratigrafi og reinum granskingar verkætlanum har ímillum oljukeldu arbeiði í tí danska Norðsjónum og í Føroyum.
Hann arbeiðir í løtuni fyri RWE-Dea AG sum senior jarðfrøðingur við ábyrgd fyri gransking og oljukeldu jarðfrøði í Norðsjónum, Egyptalandi og álanda Týsklandi.
E-bókin er á eingilskum og inniheldur eisini ein orðalista við oljuvinnu nevnum og kortum.
E-bókin koyrir undir Windows 95, 98, Me, NT, 2000 ella XP og eingin eyka ritbúnaður krevst. Hon fæst at taka niður av internetinum og á fløgu.
Tú finnur »Oystercatcher« á heimasíðuni hjá
Framtak á www.framtak.com