Upplýsingarnar, sum higartil eru givnir Løgtinginum um prísin fyri at byggja skúladepilin í Suðuroy, hava ikki verið rættir. Tað viðgongur Helena Dam á Neystabø nú fyri Sjúrði Skaale, sum hevur hevur reist spurningin einaferð enn.
Men landsstýriskvinnan sigur, at upplýsingarnir stava frá Landsverki, sum nú hevur rættað teir.
Sambært roknskapinum kostar skúladepilin í Suðuroy 104,127 milliónir krónur at byggja.
Hann kostaði 9,137 milliónir í árunum frá 2001 til 2005 og 94,990 millónir í árunum frá 2006-2008.
Men harafturat eru 4,7 milliónir brúktar upp á skúlan í fjør og í ár, uttan at biðið varð um eykajáttan.
Sostatt er skúlin fleiri milliónir dýrari enn áður upplýst.
Landsverk er eisini komið eftir, at av misgáum er eitt eykakrav frá Ístak goldið í donskum krónum í staðin fyri í íslendskum krónum, og tí hevur Landsverk heitt á Ístak um at rinda munin aftur. Verður hesin peningur goldin aftur, er talan um eina upphædd uppá 3,867000
Tað liggur eisini eitt eykakrav frá arbeiðstakarunum til Landsverk upp á góðar 10 milliónir, sum ósemja er um og tað endar helst í rættinum, hevur Landsverk áður boðað frá.
Landsstýriskvinnan í menta- málum kann ikki svara fyri, hví Landsverk ikki fyrr enn í síðstu viku hevur lagt fram upplýsingar um umrøddu útreiðslur. Landsverk er undir málsræði av Innledismálaráðnum, og tí stendur tað til Innlendismálaráðið at kanna og taka støðu, hvørjar møguligar avleiðingar hetta mál skal hava.