Nýggi barnagarðurin seinkaður tveir mánaðir

Tey 48 nýggju ansingarplássini í Klaksvík verða ikki tøk fyrr enn síðst í november mánaði

Klaksvík: Klaksvíkar kommuna roknar við at undirskriva sáttmálan um húsini, sum skulu brúkast til nýggja barnagarðin við Kjalarvegin um stutta tíð, og so kann farast undir at gera nýggja barnagarðin kláran.

Men barnagarðurin verður seinkaður einar tveir mánaðir, og tey ansingarplássini, sum skuldu vera tøk frá 1. oktober, verða í fyrsta lagi klár 20. november.

Orsøkin til hetta er, at tað hevur gingið longri tíð enn ætlað við at fáa sáttmála um hús og grundøki upp á pláss, men nú er líkt til, at arbeiðið við hesum fer at koma á mál.


Í góðum standi

Tá formligu viðurskiftini eru fingin upp á pláss viðvíkjandi barnagarðinum, verður farið í holt við at gera húsini klár til at hýsa teimum 48 børnunum. 60 pláss eru í barnagarðinum, men byrjað verður við 48 børnum. 24 verða í vøggustovuni og 24 í barnagarðinum.

- Húsini eru í góðum standi, og tey eru væl gjørd, og tí er tað ikki nakað umfatandi arbeiðið, sum skal gerast fyri at fáa tey klár til barnagarð, sigur Jógva Lutzen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði.

- Brunaumsjónin hevur kravt rýmingarveg, og okkurt skal sjálvandi gerast til børnini uttan um húsini, men vit vóna, at alt hetta verður gjørt til umleið 20. november, sigur Jógvan Lutzen.


Fleiri pengar

Kommunurnar hava yvirtikið barnaansingarøki, og frá 1. juli sluppu kommunurnar afturfyri undan nøkrum sosialgjøldum til landið.

Hetta hevur havt við sær, at Klaksvíkar kommuna í ár hevur 2,2 milliónir krónur at ráða yvir, og hesar verða brúktar til nýggja barnagarðin.

Næsta ár fer umskipanin at merkja, at 3,6 milliónir fleiri enn í fjør eru hjá Klaksvíkar kommunu at ráða yvir.