Nýggi Cheops-eigarin: Miðbýurin er steindeyður

- Miðbýurin í dag er steindeyður. Okkurt má gerast nú, um hann ikki skal hvørva fullkomiliga, heldur kokkurin Uni Gullfoss, sum hevur yvirtikið leigusáttmálan um at reka Café Cheops í Havn

Tá Gamla Konditaríið skifti eigara og varð umvælt fyri nøkrum árum síðani, hvarv ein býarmynd í Havn. Stamgestirnir, ið dagliga tóku sín kaffimunn í kaffistaðnum, rýmdu oman í gamla Sjómansheimið. Men stendur tað til Una Gullfoss, ið júst hevur yvirtikið leigusáttmálan um at reka staðið, skulu gomlu stamgestirnir nú niðan aftur í Gamla Konditaríið, ið nú eitur Café Cheops.
 - Staðið var ein býarmynd í Havnini. Eg ætli at endurskapa hesa býarmynd. Tað skal peppast eitt sindur upp, men gamli andin skal innaftur, sigur 30 ára gamli kokkurin, sum hevur yvirtikið Café Cheops.
 
Ov dýrt aðrastaðni
Kaffistovan, ið hevur hálvt skeinkiloyvi, hevur skift hendur nakrar ferðir seinastu árini. Fleiri leigarar hava verið, og tað tykist, sum torført hevur verið at fáa alt at mala runt. Men sambært Una Gullfoss er pláss fyri Cheops millum hini í skeinkistøðini í miðbýnum, har kappingin er hørð.
 - Havnin vantar eitt bíligt og gott matstað fyrrapart og um dagin. Tað, ið støðini í Havn bjóða í dag, er alt ov dýrt. Og tað er har, eg síggi ein góðan møguleika at gera okkurt skilagott. Ein lættan frokost, sum ikki skal kosta alla verðina, heldur 30 ára gamli kokkurin fyri.
Hann leggur afturat, at fólk er vælkomin at koma við uppskotum um navnabroyting.
 - Eg haldi ikki, at núverandi navn er nóg gott. Tað riggar ikki til virksemið, sigur Uni Gullfoss.
 
Málast av nýggjum
Enn er ov tíðliga at tosa um ítøkiligar broytingar á skeinkistaðnum. Men Uni Gullfoss hevur gjørt sær nakrar tankar. Alt skal málast av nýggjum. Blái neonliturin verður skiftur út við ljósari litum. Matskráin verður broytt. Og náttarmatsølan í vikuskiftunum skal møguliga gerast meiri lokkandi.
Uni Gullfoss, sum varð útlærdur kokkur í 1999,  hevur drúgvar royndir innan økið. Hann hevur verið køksstjóri á bæði Hotel Føroyum og Hafnia. Hann hevur egna catering-fyritøku, sum ger mat, og hevur í seinastuni staðið fyri matgerðini í Café Natúr og Rex.