Nýggi Jupiter: Gøtumenn hava vilja, dirvi og áræði

Seinasti leygardagur kemur at standa sum enn ein varði í skipasøguni hjá Gøtu kommunu og samstundis sum ein partur av skipasøgu Føroya. Seinnapartin hendan dagin kom enn ein nýggjur Jupiter til bygdina og sum vanligt er, tá ið skip koma, skipaði Gøtu bygdaráð fyri hátíðarligari móttøku á bryggjuni

Móttøka

Út eftir bryggjuni veittraði Merkið á hvørji flaggstong, og nógv fólk høvdu leitað sær oman at taka ímóti og heilsa teimum, sum standa aftanfyri hetta stásiliga skip og teirri manning, sum kemur at føra nýggja Jupiter um høv.
Fuglafjarðar Hornorkestur spældi, tá ið Jupiter kom inn ímóti og legði til bryggju. Síðan sang kórið, Gøta/Leirvík, nakrar sangir. Felagssangur varð eisini sungin, og lagt varð fyri við sanginum, "Eg minnist úr gomlum søgum?"
Ein sera hugnalig og hátíðarlig byrjan til hesa móttøku, nú hin fjórði Jupiter í røðini fyri fyrstu ferð legði til bryggju í Gøtu.
Umborð á skipinum, beint niðanfyri brúnna í stýriborð, stóð reiðarin, Atli Hansen, saman við øðrum og lýddi á.
Eftir hugtakandi og hugvekjandi hornatónleik, kórsang og felagsang, bar bygdaráðsformaðurin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, fram røðu, har hon beyð Jupiter vælkomnum, samstundis sum hon ynskti eigarum og manning tillukku við skipinum.
Síðan segði sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, nøkur orð, og hann endaði við at biðja Guð fylgja skipi og manning.
Ein gamal kenningur hjá føroyskum nótamonnum úr Íslandi, Fríðrikur Guðmundsson, sum áður hevur verið stjóri á virkinum, Tangi á Vopnafjørðinum, segði eisini nøkur orð undir móttøkuni. Hann handaði reiðarínum, P/F Driftini, sum eigur Jupiter, ein silvurborðisk við mynd av nýggja skipinum.
Jákup Jacobsen, sum er nevndarformaður í P/F Driftini, tók ímóti borðiskinum og takkaði Fríðriki fyri sín trúskap.
Tangi hevur gjøgnum árini tikið ímóti nógvum fiski frá føroyskum nótaskipum.
Jákup Jacobsen nýtti eisini høvi at siga nøkur orð og vísti í stuttum á, hvat stríð liggur aftanfyri at fáa fatur á tí rætta skipinum, sum hann metti nýggja Jupiter vera.
Tá ið hornablástur, kórsangur, felagssangur og røður vóru lidnar, takkaði reiðarin, Atli Hansen, fyri stórfingnu móttøkuna og beyð øllum, sum komin vóru at taka ímóti, umborð at síggja skipið.

Vilji og áræði

Vit fara at venda aftur til nakað av tí, sum bygdaráðsformaðurin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, segði undir móttøkuni.
Hon vísti á, at ein slík løta, tá ið eitt nýtt skip kemur til bygdina, er stór fyri eigarar, manning og øll gøtufólk.
- Tað fløvar at síggja eitt so vakurt skip koma siglandi inneftir víkini. Hetta er ein løta sum prógvar, at í Gøtu búgva framvegis menn sum hava vilja og áræði. Tað er ikki sørt, at vit eru errin av at vera gøtufólk ein slíkan dag.
Haldóra segði, at síðan hon gjørdist bygdaráðsformaður í Gøtu kommunu fyri stívliga trimum árum síðan, hevur hon tikið ímóti ikki færri enn trimum skipum, sum eru komin til bygdina hesi árini.
- Hetta sigur ikki so lítið, tá ið havt verður í huga, hvussu lítil okkara kommuna er. Vilji og áræði til eisini at menna okkara vinnuvirksemi á sjónum skortar so sanniliga ikki.
Hon segði, at tað eru sløk fimm ár, síðan gøtufólk seinast tóku ímóti einum nýggjari Jupiter, og nú hevur sama reiðarí aftur tikið stig til at útvega ein annan Jupiter ? sjálvt um so stutt tíð er fráliðin, síðan seinasti Jupiter varð keyptur.
- Krøvini til skipini eru veksandi, og reiðaríið hevur óivað ásannað, at neyðugt er við nýggjari og betri skipi til tess at betra um kappingarføri og fyri at útvega manningini betri umstøður.
Haldóra vísti á, at uppisjóvarvinnan hevur staðið seg væl seinastu árini, og hon ivaðist ikki í, at íløgan hjá P/F Driftini er ein staðfesting av, at reiðaríið sær hesar framtíðarmøguleikar fyri sær.
- Hetta er eitt dømi um menn, sum vilja framburð og sum ikki eru ræddir fyri at taka ábyrgd.

Fjórði Jupiter

Bygdaráðsformaðurin tók í stuttum aftur í søguna um skipanavnið, Jupiter.
- Hetta er sum nevnt tann fjórði Jupiter, sum kemur til bygdina. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, tann næsta átti Driftin, somuleiðis tann triðja, og nú hevur Driftin so keypt tann fjórða Jupiter til bygdina, sum er uppaftur nýggjari og betri útgjørdur enn undanfarni.
Haldóra vísti í hesum sambandi á, at maskinorkan hjá nýggja Jupiter er tvífalt so stór, sum orkan hjá "gamla" Jupiter, sum hon helt, at tey nú mugu nevna hann.
- Marknaðurin setir alsamt størri krøv, og neyðugt er, at fyrilit verða tikin fyri at ganga teimum á møti. Tí er eisini umráðandi at vera so effektivur sum gjørligt, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr veiðini ? við góðari úrtøku og góðum prísum.
Hon helt, at fyritreytirnar hjá nýggja skipinum at standa seg væl í pelagiska flotanum eru góðar, nú maskinorkan er stór, og skjótari verður at sigla til og av fiskileið.

Slóðbrótarar

Haldóra segði, at Gøta altíð hevur verið ein bygd við nógvum vinnuligum virksemi.
- Her hava verið - og eru enn ? nógvir slóðbrótarar, sum hava tikið stór tøk og hava víst vilja til framburð. Vit fegnast um, at slíkir menn framvegis finnast í bygdini.
Og bygdaráðsformaðurin helt fram:
- Í Gøtu hava vit drúgvar royndir og siðvenju at royna eftir uppisjóvarfiski. Skip hiðani hava síðan seinast í fimtiárunum roynt eftir hesum fiskasløgum, og nú er so eitt skip komið aftrat, sum styrkir um okkara støðu innan hetta vinnuøkið.
Hon vísti á, at fiskivinnan er bundin av tí fongi, ið fæst burtur úr tí ókenda dýpi, sum havið er ? og tí prísi, sum fæst fyri fiskin.
- Eisini teir menn, sum standa aftanfyri hetta skip, hava merkt hetta. Tíðir og fyritreytir broytast. Í løtuni er vinnan góð, men í øðrum løtum er hon minni góð. Saman um tikið er talan um eina lønandi vinnu, sum krevur tolsemi og treysti, tí íløgurnar eru stórar, og tað kann taka eitt sindur av tíð, til lønsemið er rokkið, og íløgan er vunnin innaftur, segði Haldóra.

Eitt megnartak

- Vit hava ofta lyndi at taka sum givið, at slíkir menn hava áræði til at fara í holt við nýggjar íløgur. Tað tykist so einfalt og ómakaleyst. Men hetta er eitt megnartak hvørja ferð. Eitt stríð og ódnartak, sum setir stór krøv til evni og dugnaskap hjá teimum, sum royna at fáa tað at bera til.
At enda takkaði bygdaráðsformaðurin eigarunum fyri at hava tikið stig til at útvega ein nýggjan Jupiter, og hon ynskti skipi, reiðaríi og manning blíðan byr við hesum ørindi:

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav.
Maður skal smíða sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum Skaparin gav.