Í morgin klokkan 14 verður almenn móttøka á Hulki á Strondum.
Nýggi Kambur kemur til bygdar, og umframt at talur verða hildnar, og onkur sangframførsla verður, fæst eisini okkurt til matna.
Tey, sum standa aftan fyri móttøkuna, siga, at møguleiki verður eisini at sleppa umborð at síggja nýggja skipið.
- Í samband við koronu verða øll, sum koma til hátíðarhaldið, skrásett, og fólk skulu halda seg til almennu tilmælini, siga tey, sum varða av móttøkuni.