Nýggi lotto-millióningurin á Tvøroyri veit hvat pengarnir skulu brúkast til

Persónurin á Tvøroyri, sum vann 20 milliónir í Lotto hevur gjørt sær eina meining um, hvat pengarnar skulu brúkast til, og hvat teir kki skulu brúkast ti

 – Eg tori næstan ikki at tala, tí so vita fólk, hvør tað er, sum hevur vunnið.

 

Persónurin á Tvøroyri, sum seinasta vikuskiftið vann heilar 20 milliónir í Lotto, hevur boðað Danske Spil frá, at hann vil verða ónevndur.

 

Men tað er ikki yvir at dylja, at síðani tað kom fram, at lottoseðil, sum varð keyptur á Effo á Tvøroyri, hevði vunnið heilar 20 milliónir í Lotto, hevur tað verið eitt tað fremsta samrøðuevnið, og fólk hava mett og gita um, hvør vinnari er,

 

– Tað er rættiliga undirhaldandi, sigur vinnarin við Danske Spil, tí hetta er eitt lítið samfelag, har øll kenna øll. Tí heldur hann eisini, at tað er væl trúligt, at hann verður avdúkaður eina ferð, men hann vónar at tað gongur ein tíð

 

Sjálvur var vinnarin tikin á bóli at han hevði vunnið so nógv. Hann fekk at vita, at vinningurin var yvir 9.999 krónur, men so helt hann, at hann nokk »bara« vunnið eina millión

 

– Eg varð heilt í ørviti, tá ið eg kannaði tølini og so mátti eg anda djúpt, sigur hann við Danske Spil, sum hevur tosað við hann.

 

Men hann fór til arbeiðis sum vant og royndi at látast sum einki, hóast hann viðgongur, at tað var ringt. Sjálvur heldur hann, at hann hevur verið merkiliga róligur, men hann ætlar sær ikki at siga starvið upp. Eg haldi, at hevur tú einki at vakna til um morgunin, verður tú gamal fyri tíð, sigur hann. 

 

Fyri at eingin skal fáa illgruna, ætlar hann sær ikki at brúka pengarnar enn. Men hann umhugsar at keypa nýtt innbúgv í húsini, ein nýggjan bil, og kanska ein bát.

 

– Og so fari at hjálpa familjuni fíggjarliga og eg fari eisini at brúka nakað av pengunum til at bøta um umstøðurnar í lokalsamfelagnum. Her er talan um so nógvan pening, at eg lukkist neyvan at brúka alt, heldur hann fyri

 

Men hann veit eisini, hvat pengarnir ikki skulu brúkast til. Hann tímir nevniliga ikki at ferðast, og teir skulu heldur ikki brúkast til íløgur. Pengarnir skulu njótast – og brúkast, sigur hann.