Nýggi Opel Astra sum stationcar

Nýggi Opel Astra, sum fyri stuttum kom á marknaðin, kemur skjótt eisini sum stationcar, ið verður tann rúmligasti í sínum klassa

Opel Astra stationcar verður tann rúmligasti í sínum klassa. Opel hava gjørt sær serligan ómak fyri at gera bilin rúmligan, eins og teir gjørdu við tann størra Vectra stationcar.
Aksilfrástøðan er heilar nýggju cm longri enn á forgangaranum. Hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast 10,5 cm aftur og fram, hetta fyri at geva betur beinpláss aftan ella størri viðførisrúm.
Við baksetrinum lagt niður verður vørurúmið heilar 2,75 m langt.
Bilurin fæst við hesum motorum: 1,4 litur 16V við 90 hk, 1,6 litur 16V við 105 hk, 1,8 litur 16V við 125 hk, og tveimum 2,0 turbo við ávikavist 170 og 200 hk, alt bensinmotorar. Dieselmotorarnir eru: tveir 1,7 litur CDTi við 80 ella 100 hk, og tveir 1,9 litur CDTi við 120 og 150 hk.
Viðførisrúmið er 530 litrar og 1.570 litrar við baksetrinum lagt niður.