Kvívík: - Tað var ein sera hjartalig móttøka sum eg fekk í kirkjuni. Hetta var ein minniligur dagur, sigur nýggi Kvívíks-prestur.
Lagt varð upp til eina serstaka gudstænastu í Kvívík sunnudagin, tá Theodor varð innsettur sum prestur.
Hetta var nevniliga fyrstu ferð at ein prestur verður innsettur í hesi kirkjuni.
Hann skal virka sum avloysari fyri Marjun Bæk í tríggjar mánaðir í Norðstreymoyar prestagjaldi, og verður sóknarprestur hjá kirkjufólkinum í tí prestagjaldinum sum hevur flestar kirkjur.
- Tað var sera gleðiligt at síggja, at fólk og prestar vóru komin allastaðni frá til vígsluna, eisini úr Tjørnuvík og Haldórsvík, sigur Theodor.
Fund við prestarnar
Í morgun byrjar so gerandisdagurin, og prestur fer at fyrireika seg til tær mongu uppgávurnar sum standa fyri framman.
Hóast hann bert skal virka sum avloysari í Norðstreymoyar prestagjaldi í tríggjar mánaðir, verður hann ikki arbeiðsleysur við tað fyrsta.
Umframt tær føstu gudstænasturnar í sóknini, verða nógvar føstugudstænastur á skránni tær sjey vikurnar í føstuni fram móti páskum, eins og aðrar skyldur.
Sunnudagur í føstuinngangi er longu 3. februar, og longu nú er greitt, at Theodor skal í øllum førum prædika við eina føstugudstænastu í Eysturoynni.
Fyrsta uppgávan til eina vanliga gudstænastan verður komandi sunnudag. Enn er ikki greitt, hvar henda gudstænastan skal verða, men tað verður avgjørt í morgin ella mikudagin.
- Eg fari á fund við hinar prestarnar í økinum fyrsta dagin, og tá fara vit at gera eitt yvirlit yvir, hvussu vit skipa gudstænasturnar í økinum, sigur Theodor.
Hinar prestarnir í økinum eru Inga Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Christensen, og skulu hesi trý nú røkja kirkjufólkið í teimum átta kirkjunum í prestagjaldinum.
Ymsar tænastur
Hóast talan er um fyrsta arbeiðsdag hansara í morgun, veit Theodor longu um fleiri kirkjuligar tænastur, ið liggja fyri framman.
Eitt brúdleyp og ein barnadópur eru í øllum førum á skránni, og so plaga kvívíkingar eisini at skipa fyri eini bygdalegu eina ferð um árið. Har plagar prestur at vera við.
Og so skal prestur eisini flyta inn í prestagarðin á Kirkjuteigi í Kvívík. Hetta verður væntandi gjørt í dag ella í morgin.
- Sunnukvøldið hevði eg familjuna í prestagarðinum, har vit hugnaðu okkum saman við práti og einum kaffimunni.
- Men nú er festin liðug, og eg fari at fyrireika meg til næstu uppgávurnar, sigur Theodor við einum brosi.