Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum farin avstað

Fyrsta túrin gongur leiðin í Barentshavið at royna eydnuna

Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum er nú farin til fiskiskap.

Hann legði frá landi sunnumorgunin og á fyrsta túrinum gekk leiðin eystur eftir í Barentshavið at royna eydnuna.

South Island hevur annars ligið á Havnini síðani hann kom til landið fyri einum mánaði síðani.

Í Havnini eru ymsar ábøtur og broytingar gjørdar, sum vórðu kravdar, áðrenn hann kundi fara til fiskiskap.

Annars var ætlanin eisini at gera ymsar aðrar ábøtur á verksmiðjuni, men bíðað verður við teimum.

Talan er eitt nú um at seta ein nýggjan kókara umborð, umframt ísgálgar skulu setast í hann.

Men tað er so leingi at bíðað eftir kókaranum, at teir gjørdu av at fara ein, kanska tveir túrar, áðrenn, ístaðin fyri at liggja og bíðaOg ætlanin er nú at seta alt í skipið ísenn, tá ið tað er klárt.


Kostar 60 milliónir

Tann nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum kostar um 60 milliónir, nú hann er keyptur til Vágs.

Talan er um íslendska trolaran, Bessi, sum nú er keyptur til Vágs.

Bessi varð bygdur í 1989 til ísfisk, men í 1996 varð hann bygdur um til rækjur.

Vágbingar keyptu hann ístaðin fyri gamla South Island, sum varð seldur einum amerikanskum felag í fjør.

Men tann nýggi báturin er næstan 60 metrar langur og tekur útvið 500 tons, so talan er um eitt heilt annað skip enn tann gamli var. Hesin nýggi hevur eisini trý spøl, so at hann fær fiskað við tveimum trolum.

Nýggi vágstrolarin skal fiska fyri 31 milliónir um árið fyri at bera seg. Men tað halda vágbingar at góð útlit eru fyri, sum fiskiskapurin hevur verið tey seinastu árini.