Nýggi skúlin á Toftum hevur roynst avbera væl, síðan hann varð bygdur, og fimleikarhøll skúlans hevur verið fult upptikin.
Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, í kunning til borgararar í kommununi.
Hann leggur aftrat, at arbeitt hevur eisini verið við at skipa spæliøkið og atkomuvegin til skúlan.
196 børn
Við árslok í fjør vóru 196 børn í skúlaaldri.
- Síðsta summar fóru 20 børn í skúla og 15 fóru úr skúlanum. Nøkur skúlabørn fluttu til og úr kommununi.
Símin Johannesen veit at siga, at við Tofta skúla starvast 24 lærarar, tríggir stuðlar, eitt skrivstovufólk hálva tíð, seks vaskifólk og tvey fólk í svimjihøllini í samband við, at høllin verður leigað út til almenna svimjing.
Tannrøkt
Um tannrøktina, vísir borgarstjórin á, at sáttmáli er við Føroya Tannlæknafelag, har Nes kommuna hevur avtalu við Tannlæknastovuna í Saltangará um barnatannrøktina.
- Nú fevnir tannrøktin um øll børn í aldrinum 0-18 ár, og henda avtala helt fram í 2010, leggur Símun Johannesen, borgarstjóri, aftrat.