Nýggi Smyril
Soleiðis kemur nýggi Smyril at síggja út á floti.
Vit hava nú fingið fyrstu myndin av nýggja Smuyrli, soleiðis sum hann endaliga sær út á floti.
Tað skerst ikki burtur, at talan er um eitt rættiliga stásligt skip, sigur fólkið frá Strandferðsluni, sum eru í Spania og fylgja við arbeiðnum at gera hann lidnan.
Tey hava eftirlitið við arbeiðnum og gera vart við seg, tá ið okkurt er, sum skal broytast og rættast.
Nýggi Smyril var royndartúr í farnu viku, har allar tekniskar skipanir umborð vóru royndar. Tað gekk væl tó at okkurt er at rætta og stilla, men tað hevur ikki so nógv upp á seg.
Og skipið sigldi skjótt, tað var heilt uppi á yvir 23 mílum, og við bara tveimum motorum sigldi hann 18 mál.
Annars er tænastuferðin sett til 21 míl og við teirri ferðini fer tað at taka 1 tíma 35-40 minuttir at sigla ímillum Suðuroy og Havnina.
Samstundis upplýsti skiparin, Hanus Lassen fyri Sosialinum í gjár, at skipið bar seg væl og at tað var ógvuliga lítið av ristingum í skrokkinum, so at tað var sera friðaligt umborð. Hann vísti eisini á, at skipið reageraði ogvuliga kvikliga og tí var tað gott at manøvrera við.